Dámar tær at samskifta við kundar, og ynskir tú at verða við at menna og brúka tína orku í eini spennandi fyritøku sum Komfortbilar – so er tað møguliga tær vit leita eftir.
Talan er um eitt barnsburðar avloysara starv á fulla tíð. Vit kunnu lova tær eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðspláss við góðum starvfeløgum, har vit øll hava til endamáls at seta dygd og góða tænastu í hásæti.
Vit vænta, at tú:
ert fyrikomandi, ágrýtin og røkin
dugir at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.
ert tænastusinnað/ur, smílandi og jalig/ur
ert strukturerað/ur
hevur góðan málførleika
hevur telduførleikar á brúkarastøði
Løn:
Løn verður sambært avtalu við arbeiðsgevara.
Um Komfortbilar:
Vit eru 13 eldhugað starvsfólk, sum kýta okkum at geva kundum okkara tí best møguligu upplivingina. Okkara felagsmál er, at veita eina góða og holla tænastu, bæði tá talan er um sølu av bilum, eykalutum, viðlíkahaldi og umvælingum.
Umsókn:
Umsókn saman við prógvum, CV, viðmælum v.m skal sendast til samband@komfortbilar.fo í seinasta lagi mánadagin 25. september. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Palla Skorheim, stjóra, á ps@komfortbilar.fo ella á telefon 308080.
Størv
Komfort Bilar er einasta autoriseraða umboð fyri bilmerkini BMW, MINI og Maxus í Føroyum. Í løtuni starvast 13 fólk í fyritøkuni. Okkara høvuðsvinnuøki eru:
Bilasøla
Móttøka
Verkstaður
Bókhald
Goymslustýring
Klárgering
Er einki leyst starv at søkja, sum hóskar tær, ert tú vælkomin at senda eina opna umsókn við tínum CV til: samband@komfortbilar.fo
Tíðindabræv
Yvirskipað um cookies
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!