Importbilar

Ynskja tit ein góðan brúktan bil úr útlandinum, so vilja vit sjálvsagt fegin hjálpa við tí. Vit bjóða okkum at importera brúktar BMW, MINI, Fiat, Alfa Romeo, Jeep ella Maxus, sum alt eru merki, sum vit framanundan kenna út og inn.

Komfortbilar hevur bestu førleikarnir at finna rætta bilin, tí vit fáa eftirkannað alla søguna hjá bilinum, áðrenn hann verður bílagdur.

Hava tit funnið ein bil, so kunnu tit senda okkum eina leinkju til bilin, so venda vit aftur við hvat bilurin kostar, tá hann stendur í Føroyum við plátum. Vit kunnu sjálvsagt eisini hjálpa tykkum at finna júst tann bilin, sum passar best til tykkara tørv.

Tað besta av øllum er, at tá tit hava fingið bilin, so standa vit klár at servicera bilin við okkara góðkenda verkstaðið.

Kiran Jóanesarson
Søluleiðari
308080
290086
Palli Skorheim
Stjóri

Ring til okkum

Vit eru altíð klár til eitt bilprát og at hjálpa við spurningum ella ivamálum. Og ynskja tit ein royndartúr ella eitt tilboð, so skipa vit fyri tí beinavegin.

Tíðindabræv