
BMW X7
Víðagitin koyriuppliving
Í einum BMW X7 fært tú eitt sermerkt koyriupplivilsi. Stílreina sniði á bilinum og sportsligu formarnir geva tær skjótt kensluna av reinum ekslusiviteti. Trinbretti og tær 21” felgurnar út lættmetalli, tann markanta dupultnýran á kølaragrillini og BMW lasaraljósini geva bilinum enn meira karakter. Í BMW X7 fært tú ein 4-hjólstrekktan SUV við einastandandi koyridynamikki. Hetta kemst av, at bilurin er útgjørdur við tøkni, sum til dømis Integral Aktiv Styring, adaptivari luftfjarðing og M-sportsútstoyt.
Karakterur og komfort

Persónligur og definerandi
Í tí lekkra BMW X7 er persónligheitin serstakliga framtraðkandi. Við tí stílfasta sniðinum, sum bæði definerar tann praktiska og yvirlegna samleikan hjá bilinum, fært tú altíð bestu koyriupplivingina. Hágóðsku tilfarið í kabinuni, góða plássi, prýðiligu detaljurnar og framúr góða ljóði í surround sound skipanini geva eitt heilt serligt huglag inni í bilinum.

Ótrúlig komfort
Við panoramaglastekjuni Sky Lounge og Ambient Light fært tú ein sera hugnaligan dám í kabinuni. Bilurin hevur assistentskipanir, sum til dømis Driving Assistant Professional og Head Up Display, ið saman við LED forlyktunum økja trygd og komfort undir biltúrinum.
Við Parking Assistant Plus kanst tú ómakaleyst parkera bilin. Bilurin hevur eisini Digital Key, sum ger, at tær nýtist ikki at brúka lykil til at læsa bilin upp ella starta motorin. Welcome Light Carpet syrgir fyri, at bjóða tær vælkomnum inn í bilin.
Harafturat kanst tú njóta tín yndis tónleik í tí framúrskarandi ljóðannlegginum Bowers & Wilkins Diamond Surround Sound System.
Fleiri upplýsingar
Fyri nærri upplýsingar um BMW X7 sí niðanfyristandandi skjøl.