BMW 2 Coupé


Einastandandi

Framúrskarandi Coupé við serstakliga góðum koyrieginleikum. Sportsliga sniði sameint við talgildum finessum gevur bilinum individualitet.
Eyðsýnda og sterka sniði á bilinum uttaná við vælkendu dupult nýrunum á kølaragrillini, skráu tekjuni og rammuleysu hurðunum gera hann sera sjónligan í býarmyndini.


Ikki sum hinir

Interiør

Lekkurt interiør og teir mongu talgildu hentleikarnir í cockpittinum gera bilin serstakan.
Á teimum góðu døgunum ber til, at lata panorama sóltekjuna upp.

Hátøkni

Kabinan í BMW 2 Gran Coupé er væl útgjørd og gevur kensluna av hágóðsku, tá tú setir teg inn í hann.
Á tøkniliga partinum eru óteljandi møguleikar at velja millum. Eitt nú ber til, at hava AppleCarplay, automatisk gear, luftskiftisskipan, sportsetur, leðursetur, leðurróður, isofix og mangt annað.
Premium útgávan ger, at hann gerst sera rúmligur.

BMW 2 Coupé – Koyrigleði í serklassa

UM BMW 2 Coupé

Máttmikil drívmegi møtir frálíkari koyrigleði. Vegna sporbreiddina, ið er 31 mm breiðri enn undanfarna útgáva, samansetingina av baghjólstrekkinum, sum er í serflokki – bjóðar BMW 2 Gran Coupé stýrieginleikar og koyrigleði, ið er torfør at finna aðrastaðni.

Sera effektivir motorar

BMW 2 Gran Coupé fæst við sera effektivum 4-sylindara TwinPower Turbo bensin- ella dieselmotori umframt BMW M240i xDrive við 6-sylindara BMW M TwinPower Turbo-bensinrekkjumotori við 374 hestakreftum.

Adaptivan M undirvogn

Stoytdoyvingin á bilinum verður lyft á hægsta stig, um tú velur Adaptiva M undirvognin til, sum eykaútgerð.
Tað gerst møguligt, at tillaga bilin eftir øllum koyriumstøðum gjøgnum Driving Experience Control og framhaldandi hava koyrieginleikar í serklassa. Alt frá reinari komfort til sportsliga koyring við øktum stýrieginleikum.

8-trins Steptronic gearkassi

8-trins Steptronic-gearkassin kann veljast sum eykaútgerð til tín, ið ynskir sera sportsligt gearskifti. Fæst bæði til automatisk og manuell gear við gearskiftara ella vippukontakt. Hevur til endamáls, at geva tær hágóðsku komfort, glíðandi koyrigleði ella meira dynamiskar koyrieginleikar.

Útsjónd og útgerð

BMW 2 Gran Coupé fæst við trimum ymiskum útsjóndspakkum:

  • Sport-Line
  • M-Sport
  • Connected

Hesir pakkarnir bjóða upp á ymiska útgerð bæði tá viðvíkur útsjónd uttan og innan, umframt at ymisk eykaútgerð hoyrir til ymsu pakkarnar.

BMW Live Cockpit Professional

10,25″ touch-skermurin við góðari upploysn og einfaldum skráum, ger tað lætt hjá øllum at fáa mest møguligt burtur úr biltúrinum. Tað er lætt og einfalt at knýta telefonina til bilin, so tú bæði kanst tosað tráðleyst og lurta eftir tónleiki.

Kiran Jóanesarson
Søluleiðari
308080
290086
Palli Skorheim
Stjóri

Fleiri upplýsingar

Fyri nærri upplýsingar um BMW 2 sí niðanfyristandandi skjøl.

Tíðindabræv