Maxus e-Deliver3

100%
elektriskur
259/371 km
koyrilongd
4,8/6,3 m3
pláss
379.900
við MVG

Maxus e-Deliver3 er ein slóðbrótari innan elektriskar vørubilar. Bilurin er bygdur sum el-bilur frá grundini, og tí hevur verið møguligt at spara heili 200 kg í uppbygnaðinum – hetta sæst sjálvsagt aftur í hvussu nógv bilurin klárar at lasta.

“>

Slóðari og fyrsti av sínum slag


Fæst í tveimum støddum

Tann minni rúmar – 4,8 m3

Tann størri rúmar – 6,3 m3


Um MAXUS e-Deliver3

Maxus e-Deliver3 er heimsins fyrsti el-vørubilur, sum er bygdur frá grundini av. Hendan mannagongdin ger, at man hevur spart burtur 200 kg av konstruktión og kann bilurin tí lasta væl meira.

e-Deliver3 kann lasta upp til 1000 kg.
Battarí pakkarnir á 35 kWt og 50,2 kWt geva eina slóðbrótandi koyrilongd.

Trygd

Maxus e-Deliver3 er úgjørdur við víðfevnandi virknum trygdarpakka, sum standard. Íroknað útgerð er t.d. ESP og bremsuassistentur (BAS) umframt aðrar trygdarskipanir.

  • Elektroniskt støðufestiskontroll (ESP)
    ESP tryggjar, at tú ikki missur tamarhaldið á bilinum um hann skuldi komið í óføri í einum svingið, hálku ella aðrari truplari støðu.

  • Blokeringsfríar bremsuskipanir (ABS)
    ABS forðar fyri, at hjólini á bilinum steingjast, tá tú neyðbremsar. Hetta merkir, at sjálvt um tú bremsar brádliga og harðliga ber framhaldandi til, at stýra bilinum uttanum ting á vegnum.

  • Javnvigan av bremsukraft (EBD)
    EBD stendur fyri (Electronic Brakeforce Distribution). Hendan skipanin syrgir fyri, at bremsukraftin verður javnviga á teir ymisku akslarnar – eisini í neystøðum og uttan mun til hvussu tung lastin er.

  • Bremsuassistentur (BAS)
    Hendan skipanin økir bremsukraftina í neyðstøðum og syrgir fyri, at bremsulongdin verður stytt mest møguligt.

Útgerð

  • 7″ Touch skerm
  • Bluetooth til tónleik og MP3/Radio
  • Upphitaði el-síðuspegl
  • Parkeringssensor
  • Bakkikamera
  • Sensorur at máta trýsti á dekkunum
  • Aircondition
  • 180◦ upplating av hurðum aftanfyri
  • Apple CarPlay
  • og mangt annað

Hvussu langt koyrir hann?

Maxus e-Deliver3 bjóðar eina slóðbrotandi koyrilongd upp á heili 371 km* (WLTP urban), treytað av støddini á battaríinum og av longdini á bilinum.

Vanlig ella sparsom koyring

Tað ber til, at velja millum tvær innstillingar í samband við orkubrúk – nevniliga vanliga ella sparsama koyring. Harafturat kanst tú velja millum trý stig, tá bilurin skal vinna orku aftur – veikt, miðal ella sterkt. Tað vil siga í hvussu stóran mun, at bilurin skal løða upp í meðan hann er í koyring.
Harvið avgert tú sjálvur hvussu sparandi koyringin skal vera og hvussu nógv bilurin skal løða uppaftur, tá tú motorbremsar.

Best av øllum – grønur og umhvørvisvinarligur

Maxus e-Deliver3 er 100% elektriskur og ger tí sítt til, at lækka um heimsins CO2 útlát.

Tú ert í tryggum hondum

Tað skal vera trygt, at velja sær elbil frá Maxus. Tí verður tann nýggi Maxus E-Deliver3 seldur við 5-ára garanti/100.000 km. – Umframt 8 ára garanti/160.000 km. uppá battaríið.

Kiran Jóanesarson
Søluleiðari
308080
290086
Palli Skorheim
Stjóri

Fleiri upplýsingar

Maxus e-Deliver 3 er fremstur, tá tað kemur til nágreiningar. Sí leinkju niðanfyri.

Tíðindabræv