JEEP Wrangler

Menningin av einum ikoni

Vælkendi Jeep Wrangler er við í nýggju framtíðini hjá 4xe Plug-in Hybrid við Limited Edition útgávu, ið fagnar 80-ára søguni hjá Jeep.


Hæddarpunktir

Sermerkt búmerki

Serútgávan á 80-ára runda degnum hevur nakrar heilt serstakar detaljur fyri, at fagna stórgildinum. Sermerkta 80-ára stórgildisbúmerki, er at finna á síðuni av bilinum, innan á setrunum og tólbrettinum.

Alskyns trygdarfunktiónir

Tann heilt nýggi Jeep Wrangler 4xe er útgjørdur við bæði aktivum og passivum trygdarfunktiónum, sum standard.

Granitt krystall-finish

Á kølaragrindini sæst bergtakandi granit krystalli sameint við fullum LED-forlyktum, skermum og forkúfangarum.



Víðagitin stílur

Serútgávan Wrangler 4xe 80th Anniversary Plug-In Hybrid bleiv gjørdur fyri, at fagna 80-ára longu søguna hjá Jeep.


Hevur allar neyðugar hentleikar

Uconnect-tænastur

Við innbygdum Uconnect-tænastum í tí nýggja Jeep Wrangler 4xe Plug-In Hybrid kanst tú ómakaleyst samskifta við bilin og verður hetta gjørt gjøgnum Uconnect-appina, sum kann takast niður á Apple Store og Google Play. Við nýggju My eCharge-funktiónini, ið er sergjørd til 4xe-heimin ger, at tú lætt kanst halda yvirlit og stýra løðing beinleiðis frá antin snildtelefon ella tablett.

Hald eyguni á vegnum

Jeep Wrangler 4xe Plug-In Hybrid hevur heili 65 aktivar og passivar trygdarfunktiónir. Innbygdar skipanir, ið gera tað ómakaleyst at ferðast í ferðsluni, sum eitt nú Adaptivan fartpilot og Forward Collision Warning+ við sjálvirkandi bremsan. Harafturat eru skipanir gjørdar til off-road koyring, sum eitt nú Selec Speed Control, ið er off-road fartpilotur og ger, at tú varðveitur eitt stabilt koyrilag hóast lendi er ójavnt og bratt.

Eitt stíl-ikon

Tann nýggi Jeep Wrangler 4xe Plug-in Hybrid er trúfastur móti sínum uppruna. Teir ikonisku og væl defineraðu formarnir fáast fram gjøgnum stílfullu detaljunum í 4xe heiminum, sum eitt nú blái profilurin á búmerkinum ella elektriska løðiloki á síðuni. Wrangler 4xe er ímyndin av fjølbroytni við einum forrúti, sum kann klappast niður, ymiskum taksamansetingum og hurðum sum kunnu takast av soleiðs, at tú fært eina reindyrkaða natúr uppliving.

Ein legendarisk sál

Fjølbroytni, pláss og komfort uttan at gloyma stíl og persónligheit. Tann nýggi Wrangler 4xe Plug-In Hybrid hevur upphitaði leðursetur, sera gott pláss til hvønn passaser og eina rúgvu av viðførisplássi, ið kann lasast og er vatntætt.

Ómakaleys løðing

Jeep Wrangler 4xe Plug-In Hybrid hevur løðikaðal við sum standard, so at tú kanst bilin heima við hús.

*Til kunning: Set teg í samband við SEV fyri at fáa løðistøð setta upp.


Fjølbroytt úrval av litum

Fá MVG’ið afturgoldið

El- og Plug-In Hybrid bilar fáa MVG afturbering upp til 70.000 kr.

Jeep Wrangler – Eitt grønari tíðarbil

“>

Fleiri upplýsingar

Fyri nágreiningum av Jeep Wrangler ber til, at taka niður sølufaldara og prísskjal.

Tíðindabræv