Jeep Renegade

Eitt nýtt tíðarbil við JEEP-flytiføri

Jeep traðkar inn í elektrisku framtíðina við tí nýggju 4xe-tøknini, sum kombinerar 4-hjólstrekk við nýhugsandi elektriskari drívlinjuni. Hetta er ein nýkomin máti, at uppliva flytiføri og er hann grundaður á skipanir og loysnir, sum eru útviklaðar saman við legendariska JEEP universinum.


Hæddarpunktir

19” Aluminiumsfelgur

Sum eykaútgerð kanst tú fáa stílreinar 19” aluminiumsfelgur.

Frálík ljóðútgerð

Ljóðskipanin frá KENWOOD, sum eykaútgerð, er drivin av einum talgildum forsterkara við 8 kanalum og 560 Watt – og kennist tað, sum at sita til persónliga konsert við tínum yndissangum. Skipanin gevur eitt framúrskarandi reint ljóð við djúpum bassi og natúrligum røddum.

Fullfíggjaður LED-pakki

Til tín, ið ynskir at hava eyka gott útsýni um myrku kvøldarnar ber til, at fáa ein fullfíggjaðan LED-ljóspakka, sum eykaútgerð.



Parkview bakkamera

Parkview bakkamera, sum eykaútgerð, verður gjørt virki, tá bilurin setist í bakgear. Tú hevur perfekt útsýni á 8.4” stóra touch skíggjanum meðan tú bakkar.


Hevur allar neyðugar hentleikar

Ein heimur av komfort

Interiøri í bilinum er sniðgivið fyri, at tryggja ein góðan koyritúr til føraran og allir 4 passaserar óansæð koyrilíkindi. Goymslu- og viðførisrúmini eru eisini sera rúmlig og nýtist tær tí ikki, at stúra fyri plásstroti.

Tøknin beint við hondina

Tú kanst ómakaleyst halda yvirlit yvir øllum frá løðing til temperatur á skíggjanum í bilinum. Infotainmentskipanin í nýggja Jeep Renegade 4xe Plug-In Hybrid hevur alskyns hentleikar og tryggjar tær, at tú fært mest møguligt burturúr hybridflytiførinum.

Trygdin í hásæti

Tann nýggi Jeep Renegade 4xe Plug-In Hybrid hevur eitt ótal av aktivum og passivum trygdarskipanum, sum til dømis Forward Collision Warning Plus, neyðbremsu, farbreytaassistent við aktivari stýring, blindvinkulalarm, bakkamera við dynamiskum linjum, sjálvirkandi parkeringsassistent og tann nýhugsandi funktiónin, sum skrásetir møði hjá førarinum.

Ómakaleys løðing

Jeep 4xe Plug-In Hybrid hevur løðikaðal við sum standard, so at tú kanst løða 11,4 kW stóra battaríið.

*Til kunning: Set teg í samband við SEV fyri at fáa løðistøð setta upp.


Fjølbroytt úrval av litum

Fá MVG’ið afturgoldið

El- og Plug-In Hybrid bilar fáa MVG afturbering upp til 70.000 kr.

Fleiri upplýsingar

Fyri nágreiningum av Jeep Renegade ber til, at taka niður sølufaldara og prísskjal.

Tíðindabræv