BMW iX3


Sportsligur og 100% elektriskur

Tann heilt nýggi BMW iX3 hevur M sport-pakka, sum standard útgerð og ber tað við sær, at hann er skarpari enn nakrantíð áður. Tey aerodynamisku elementini í bilinum og sniði við bláu detaljunum fáa fram elektriska samleikan.
Við eini koyrilongd á heili 461 km (WLTP) er tann nýggi BMW iX3 klárur til bæði longri og styttri koyritúrar – og við plássi til alla familjuna.

Tú kanst síggja fram til nýggjastu tøkni og CO2 útlátsfría koyring við hægstu komfort. Afturat hesum følir tú skjótt vælkendu BMW koyrigleðina í tí slóðbrótandi og máttmikla BMW iX3. Bilurin hevur intelligentar assistentskipanir, sum kunnu stýrast við røddini soleiðis, at tú altíð kemur trygt fram á mál.


Ger teg til reiðar, at verða bergtikin

Cockpit

BMW Live Cockpit Professional kombinerar eitt stórt 12,3” talgilt instrumentdisplay við touchfunktión. Bláar BMW i-detaljur á eitt nú start/stop-knøttinum undirstrika, at BMW iX3 koyrir uttan CO2 útlát.

Panorama-glastekja

Panorama-glastekjan ger, at tað altíð er ljóst og hugnaligt inni í kabinuni. Við tekjuni latnari upp fært tú nógva fríska luft inn í bilin og kanst tú gera hetta við sjálvirkandi knøtti ella billykli.

Sportsetur, sum standard útgerð

Sportsetrini í lekkrum Sensatec leðri við fínum struktureffektum tryggjast hægstu komfort í kabinuni í BMW iX3. M leðurróðri við multifunktiónum og interiørlistar í ‘Aluminium Rhombicle Dark’ gevur eina eyka sportsliga útsjónd.


Einastandandi – innan, sum uttan

Á forsíðuni av bilinum er tað serliga ikonisku nýrini og tær smølu LED-forlyktirnar, sum eru eyðsýndar. Koyrir tú heim um myrku kvøldarnar kanst tú fáa innovativa BMW Laser Light í bilin, sum eyka útgerð. Hetta ger, at bilurin lýsir heili 650 metrar fram í myrkrinum.
Tær pinsettformaðu LED-baklyktirnar eru harafturat verdar at leggja til merkis og gera tær sítt til, at fáa fram sportsliga útrykkið.

Tá tú setir teg inn í BMW iX3 verður tú skjótt í góðum lag. Sera fína panorama glastekjan gevur ein serstakan hugna inni í kabinuni og kanst tú ómakaleyst lata hana upp ella aftur við bert einum knøtti. Bilurin hevur eisini sum standard ein 12,3” infotainment touch skíggja, sportsetur- og róður.


Koyrilongd

BMW iX3 hevur eina koyrilongd, sum røkkir heilt upp til 461 km. Hetta kemst av samspælinum millum effektivari drívætlan, tí aerodynamiska sniðinum og einum kraftamiklum battaríið. Nýhugsandi tøkni sum til dømis orkuendurnýggjan, tá tú bremsar, tryggjar tær eyka koyrilongd og gevur tær møguleikan, at røkka orkunýtslu á 18.9 – 18,5 kWh/100 km*.

Løðitíð fyri koyrilongd á 100 km.

Við BMW iX3 og BMW Charging fært tú ágóðan av øllum teimum mongu hættunum, at løða bilin uppá. Sama ger, um tað er løðing heima við hús, á almennari løðistøð ella á arbeiðsplássinum. Hetta orsaka av framúr góðu løðieffektini hjá BMW iX3, sum er heilt upp í 150 kW.
Standard løði-útgerð fylgir við, tá tú keypir bilin og umfatar hon Flexible Fast Charger til fleksibla løðing heima við hús umframt løðikápil til almenna løðing.

Løðiboks (11kW)Standard løðikápil (1,4 kW) vanlig stikkkontaktHigh Power ChargingSkjótløðing á almennari løðistøð (50kW – DC)
1:37 tímar14:17 tímar00:07 tímar00:20 tímar
Gev gætur: Útrokning tekur atlit til forbrúk og løðieffekt. Virðini eru ásett grundað á battarístart og hitastig uttanfyri á 29-33 C við váttanarvirðum. Frároknað annað forbrúk sum til dømis hita í setrinum, display, luftskiftiskipan. Indviduella forbrúki kann víkja frá hesum (valdast millum annað av koyristíli, temperaturi, koyrilíkindum), sum eisini ger seg galdandi fyri einstøku løðieffektini (til dømis battaríløðistøða, hita í bilunum).
Grundarlagið fyri forbrúkinum er WLTP Best Case. Grundarlagið fyri løðieffektini er tann maksimala (treytað av løðislagi og bili).

BMW iX3 – Ein slóðari

Kiran Jóanesarson
Søluleiðari
308080
290086
Palli Skorheim
Stjóri

Fleiri upplýsingar

Fyri nærri upplýsingar um BMW iX3 sí niðanfyristandandi skjøl.

Tíðindabræv