BMW i4

Elektriskur
100%
590 km
Uppá eina løðing
5.7 sek
0-100 km/t
599.900
prísir úr


Framtíðin er nú

BMW i4 er tann fyrsti 100% elektriski Gran Coupé og borgar hann tí fyri hágóðsku koyrieginleikum og komfort.
Útgjørdur við BMW eDrive-tøkni frá fimtu generatión kann útgávan við 5-hurðum bjóða máttmiklar sportsligar eginleikar, sum í tølum eita: 400 kW/544 hk (BMW i4 M50).
Tann imponerandi koyrilongdin á heili 590 km (BMW i4 eDrive40) og góða plássi í bilinum við 5 rúmligum setrum ger, at hann hóskar seg væl til langar og styttri biltúrar.

Nýhugsandi cockpit

Flata og eleganta instrumentbretti við førarasetri setur sín dám á útsjóndina í kabinuni hjá BMW i4.

BMW Curved Display

Tað nýggja BMW Curved Display í BMW i4 sameinir tann stóra 12,3” skíggjan við ta enn størri 14,9” Control Display’ið.

Rúmligt við 5 setrum

BMW i4 hevur 5 rúmlig sitipláss. Á baksetrinum kunnu sessast 3 persónar og er gott pláss til bæði høvd og bein.


Løðing av BMW i4 – lættari enn nakrantíð áður

Tað er sera ómakaleyst at seta BMW i4 at løða. Tú kanst gera brúk av skjótløðing við eini effekt á 200 kW, sum ber við sær, at hann fer frá 10% til 80% uppá einans 31 minuttir. Hetta er gagnligt, tá tú eitt nú koyrir langar túrar og hevur tørv á, at fylla battaríið skjótt upp.
Í aðrar mátar kanst tú eisini løða upp til eina koyrilongd á 164 km uppá einans 10 minuttir (upp til 140 km uppá 10 minuttir við BMW i4 M50).
Harafturat fært tú BMW Flexible Charger til heimabrúk, ein løðikaðal (mode 3) til almenna løðing og eitt BMW Charging Card, sum gevur atgongd til alment netverk av løðistatiónum í eitt nú útlandinum, um tú fert at ferðast.
Alt hetta er íroknað við keypi av BMW i4.

BMW i4 er framleiddur við 100% grønari orku

Framleiðslan av BMW i4 er konsekvent burðardygg og verður bert nýttur streymur, sum er grønur. Harumframt er eingin nøgd av sjáldsomum tilfeingi frá jørðini í framleiðsluni av orkumikla battaríinum í BMW i4.

BMW i4 – 100% elektrisk koyrigleði

UM BMW i4

Hví varierar koyrilongdin?

Hetta kemst av, at tað eru ymiskir faktorar, sum kunnu ávirka koyrilongdina. So sum: Koyristílur, standurin á vegnum, útgerðin hjá bilinum, slag av dekkum á bilinum, veðurlíkindi og hitalag, sinnalag á tí sum koyrir, hvussu nógv vekt er í bilinum (ferðafólk og viðførið) v.m.

Koyrir tú til dømis við høgari ferð á longum strekkjum, er nýtslan størri enn tá tú koyrir býarkoyring við lágari ferð. Við býarkoyring løðir bilurin millum annað meira upp í seg aftur og gevur hetta betur koyrilongd.

Gott pláss til viðføri

BMW i4 hevur sera gott pláss til viðførið og tekur heili 470 litrar. Tú kanst eisini leggja baksetrini niður og økist plássi við hesum til 1290 litrar.
Tað er sera rúmligt, tá man hugsar um, at tað er ein bilur í coupé klassanum.

Útsjónd og útgerð

BMW i4 fæst í ymiskum útgávum:

  • CHARGED
  • CHARGED PLUS
  • M SPORT

Hesir pakkarnir bjóða upp á ymiska útgerð bæði tá viðvíkur útsjónd uttan og innan, umframt at ymisk eykaútgerð hoyrir til ymsu pakkarnar.

Ljóðdoyvandi hentleikar

Til BMW i4 kanst tú velja IconicSounds Electric, sum eykaútgerð og er hetta ein hentleiki, sum tillagar ljóði í kabinuni á bilinum. Alt eftir um tú koyrir dynamiskt í SPORT-mode ella meira róligt í COMFORT-mode, so tillagar bilurin ljóði í bilinum soleiðis, at hvør túrur gerst góður.

Kiran Jóanesarson
Søluleiðari
308080
290086
Palli Skorheim
Stjóri

Fleiri upplýsingar

Fyri nærri upplýsingar um BMW i4 sí niðanfyristandandi skjøl.

Tíðindabræv