Giulia

Giulia – Italiensk sjarma í hásæti

Effektivir og máttmiklir motorar, eitt undirstelli, ið er snigivið til bæði fýra- og bakhjólstrekk umframt nýskapandi skipan í serflokki, sum javnvigar kraft og vekt ger, at man næstan gerst argur um, at Alfa Romeo Giulia ”bert” er ein sedan.



Njót koyritúrin
við fantastiskari tøkni

Loyndarmálið handan vegfesti hjá Alfa Romeo Giulia liggur í Alfa™ Link-konstruktiónini, sum er gjørd úr aluminium. Hon gevur eina sera dynamiska stýring og handfaring. Multilink við fýra og einum hálvum armi gevur ta fullkomnu samansetingina av vegfesti og komfort, sjálvt á ójøvnum vegastrekkjum.

Bakhjólstrekk og javnvigan av vekt

Framúrskarandi koyriupplivingin hjá Alfa Romeo Giulia er ikki tilvildarlig, men úrslitið av eini røð av serútvaldum detaljum í sniðgevingini. Tað ger seg millum annað galdandi í valinum av lang sliggjandi motorinum og bakhjólstrekkinum. Hetta gevur eina fullkomna javnvigan av vektini og harvið eitt enn betur koyriupplivilsi.

Aerodynamikkur

Takka verið áhaldandi menning og gransking innan aerodynamikk er Giulia útgjørdur við sokallaða Aero Splitter. Hendan tøknin er serment við tí fyri eyga, at betra um luftstreymin undir bilinum. Hetta ber við sær betur avrikan og vegfesti, tá tú koyrir við høgari ferð.

Q4-skipan

Alfa Romeo Q4-fýrahjólstrekki økir trygdina og gevur tær samstundis eitt fantastiskt koyriupplivilsi við støðugari javnvigan av kraft til for- og bakaksil í øllum veðurlagið.


Italiensk sniðgáva, tá hon er best

Giulia – Italienski dreymurin

Fleiri upplýsingar

Fyri nágreiningum av Giulia ber til, at taka niður sølufaldara og prísskjal.

Tíðindabræv