Talento

Upp til 4.15 m
Longd á last
Upp til 1.250 kg
Lastar
Upp til 8,6 m3
Rúmar
000
Prísur úr

Fiat Talento kann alt.
Hann fæst sum bæði vøru- og persónsbilur.
Fleiri ymiskar samansetingar og nýhugsandi hentleikar – alt eftir tørvi.

Motorurin

Kraft, trúskapur og minni rakstrarútreiðslur í samband við flutning av vørum og menniskjum – bæði í og uttanfyri býnum.
Eitt breitt úrvæl av Euro-6 motorum syrgja fyri, at arbeiði verður gjørt trygt og so úrslitagott sum gjørligt.

Um Fiat Talento

Til flutning av vørum ella persónum
Fiat Talento hevur eitt snið, sum ger, at hann kann lagast til allar uppgávur í samband við flutning av vørum og persónum.
Nýskapandi hentleikar av alskyns slag – alt frá funktionellum lastiskipanum til smærri snildar loysnir, sum gera dagliga arbeiði ómakaleyst.

Gott pláss í lastini
Fiat Talento lastar upp til 1.2 tons og hevur pláss fyri 3 euro-plattum. Harafturat egnar hann seg væl til flutning av langum tingum.
Hetta kemst av, at hann hevur CARGO PLUS funktión, sum er ein lastarlúka undir høgra framsetri. Tað merkir, at hann kann lasta ting, ið eru 4,15 m til longdar.

Bilurin lastar upp til 8,6 m3. Aftrat hesum hevur hann javnan og kvadratiskan form, sum ber við sær, at hann er rúmliga innrættaður.

Fæst í fleiri støddum – alt eftir tørvi
Fiat Talento fæst í tveimum ymiskum hæddum, longdum og aksilfrástøðum.
So samanumtikið er bilurin sera fleksibul og er tað gjørligt, at laga hann eftir tørvinum á júst tykkara virksemi.

Fleiri upplýsingar

Sí niðanfyristandandi skjøl.

Tíðindabræv

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.