Fiat 500 – La Prima

Koyr inni í framtíðina við stíli

Tann ikoniski og sera væl umtókti Fiat 500 kemur nú á marknaðin í nýggjari útgávu við ”e” løgdum afturat navninum. Tað lítla ”e” merkir, at hann er 100% elektriskur meðan eftirnavnið ”La Prima” sigur, at útgerðin í bilinum er av hægstu góðsku.


Hæddarpunktir

Tann heilt nýggi 500

Ikoniskur stílur, komfort og nýhugsan: Tann heilt nýggi 500 La Prima 3 + 1 bjóðar tær inn við tí nýggja ”Magic Door” – ein eyka bakhurð, sum tú letur upp á mótsættu síðu av passasersíðuni. Hendan serstaka loysnin gevur eitt størri op við betur atgongd til baksetri og er samstundis ein fagnaður av tí upprunaliga 500 frá 1957.

LED-ljósini lýsa dagin upp

Tær eyðsýndu LED-lyktirnar við ”Infinity” merkinum geva tær avbera gott útsýni á vegnum og fáa samstundis fram sermerktu 500-útsjóndina.

Lættari enn at røra

Nýggja sniði á hondtakinum við elektriskum lási hevur bæði eina meira klassiska útsjónd og er meira einfølt at nýta enn á undanfarnum 500-útgávum. Tú skalt einans trýsta á knøttin á innsíðuni fyri at læsa bilin upp og seta teg til rættis.

Serstakt búmerki

Fyri at geva til kennar, at hetta er fyrsti elektriski bilurin, sum er framleiddur av Fiat.


Koyrilongd

Gjørdur til býarkoyring

Nýggi Fiat 500 hevur eina koyrilongd, ið strekkir seg heilt upp til 320 km. og er tað ríkiligt til gerandiskoyring í býnum, so sum at koyra til arbeiðis, til venjingarmiðstøð og so til hús. Tá bilurin einans verður brúktur til býarkoyring økist koyrilongdin til 460 km.
Hetta orsakað av imponerandi effektivitetinum í samband við býarkoyring.

*Gev gætur: Upplýsingar um elektriska koyrilongd eru fyribils og sambært WLTP-útrokning grundað á testmannagongd. Fyribils virðini kunnu víkja frá endaligum góðkenningardata. Virðini hava til endamáls og eru ásett fyri at vera samanberandi.

Tínir koyrivanar avgera koyrilongdina

Tað eru fleiri faktorar, ið kunnu ávirka koyrilongdina hjá bilinum. Høg ferð minkar um koyrilongdina. Til dømis tá tú koyrir 130 km/t verður koyrilongdin sambært WLTP-útrokningini minka í helvt. Jøvn akseleratión og varlig nýtsla av bremsuni kann økja koyrilongdina við 15-20%.
Eitt gott ráð er, at hita bilin frammanundan ella køla hann – hetta kann økja orkuna heilt upp til 40%.


Fjølbroytt úrval av litum

Infotainment

Nýggja Cinerama Infotainment-skipanin í tí nýggja Fiat 500 La Prima 3+1 við 10,25” HD-skíggja er altíð klárt, at senda tær týðiliga kunning um eitthvørt. Sera kvika bluetooth sambandi knýtir allar snildtelefonir til bilin uppá minni enn 5 sekundir frá tí, at hurðarnar verða latnar upp.
Skipanin er sera brúkaravinarlig og er tað lætt, at innstilla hana júst til tín tørv.
Cinerama Infotainment skipanin hevur eisini innbygdan stýriplatform, sum verður tín koyripartnari óansæð hvar leiðin mátti gingið.
Knýt tína snildtelefon til skipanina og varpa tínar yndis appir beinleiðis á skíggjan. Tann nýggi Fiat 500 La Prima er eisini útgjørdur við tráðleysum løðara, sum tryggjar, at telefon tín altíð hevur nokk av streymi.

Alt ella einki – tíðin er komin

“>

Fleiri upplýsingar

Fyri nágreiningum av Fiat 500 La Prima ber til, at taka niður sølufaldara og prísskjal.

Tíðindabræv