BMW X1


Framúrskarandi upplivilsi við BMW X1

BMW X1 er ein SAV (Sports Activity Vehicle), sum hevur sera sportsliga og eyðsýnda útsjónd.
Teir stuttu kantarnir og langa hjólfrástøðan er eitt eyðkenni hjá X-útgávunum. Bilurin hevur serstakliga góðar stýrieginleikar og eksplosivan dynamikk.


Atletiskur og flottur SAV

Týðiligt og brálynt snið

Við sínum skarpa og sportsliga eyðkenni hevjar BMW X1 seg lættliga uppum flest allir aðrir bilar.
Tann rúmgóði SAV’urin við bráðsinta lyktasniðinum við LED-ljósið, skermkantunum og stóru ikonisku dupultnýrunum á kølaragrillini hevur eitt sera sportsligt look.

Rúmligheit og fleksibilitetur

Rúmligheitin upp til lofti, góða beinplássi og fleksiblu instillingarnir fyri baksetrini bera við sær, at tað er ein sera góð kensla at sita inni í honum.
Harafturat er ríkiligt av plássi til børn, vinfólk, barnavognar og hvat annars skuldi verið neyðugt at havt við í bilinum.

Koyridynamiskur SAV

Tann máttmikli 4-sylindraði BMW TwinPower Turbo bensin motorurin, xDrive 4-hjólstrekki og 8-trins Steptronic gearkassin gera bilin góðan til bæði býar- og sportsliga koyring.
Sportgearkassin kann bæði vera manuellur og automatiskur.
BMW X1 fæst eisini, sum Plug-in Hybrid har bensin motururin verður suppleraður við einum kraftagóðum elektriskum motori.

Tryggleiki og komfort

Mongu assistentskipanirnar og Connectivity syrgja fyri, at tú altíð hevur samband og bestu komfort á koyritúrinum. Teir stóru skíggjarnir í bilinum og stýriyvirflatan eru beint við hondina. Hetta ger tað ómakaleyst hjá tær, at seta GPS’aran, skifta radiokanal ella taka ímóti telefonuppringing.
Við Driving Assistent Plus fært tú sera stóra trygd og komfort.


BMW X1 Plug-in Hybrid

Effektivitetur í serklassa

BMW X1 xDrive25e Plug-in Hybrid gevur tær umhvørvisliga burðardygt flytiføri og effektivan koyridynamikk.
Sameining av elektriska BMW eDrive og tí máttmikla BMW brennimotorinum ber við sær eina effektiva og serstaka koyriuppliving.
Og við xDrive BMW 4-hjólstrekkinum, sum er eindømi fyri Plug-in Hybrid bilar av hesum slagnum tryggjar, at vegfesti er optimalt.

Betur fyri umhvørvi

Plug-in Hybrid bilar eru umhvørvisvinarligari vegna avmarkað CO2-útlát og lægri brennievnisnýtslu. Í samband við, at BMW ynskir at gerast grønari hevur man sett kanning í verk fyri at máta samlaða CO2-útlátið av framleiðsluni av Plug-in Hybrid bilunum. Heilt frá framleiðsluni av rávøruni til nýtsluna úti á vegnum og endurnýtslu.
Úrslitið vísti, at BMW X1 xDrive25e hevur heili 55% lægri CO2-útlát enn BMW X1 xDrive25i.
Hetta millum annað tí, at man gagnýtir varandi orkukeldur.

BMW X1 – Tú setir kósina

UM BMW X1

X1 er ein lættur og smidligur SAV, sum hóskar væl til bæði býarkoyring og longri túrar. X1 er rúmligur, smartur og verður veittur við góðari standarútgerð, umframt at ein ørgrynna av eykaútgerð eisini kann veljast til bilin.

BMW TwinPower Turbo

Nýggja ættarliðið av 3- og 4 sylindraðu BMW TwinPower Turbo bensinmotorunum geva bestu koyrigleðina. Motorarnir eru eyðkendir fyri kraftina og skjótu reaktiónina – eisini við lágum snúðningum. Harumframt eru motorarnir so orku- og umhvørvisvinaligir sum tilber.

sDrive ella xDrive?

BMW X1 fæst bæði við forhjólstrekki (sDrive) og 4-hjólstrekki (xDrive).

Snilda xDrive skipanin javnar skjótt og smidliga kraftina millum for- og bakhjólini, og tryggjar soleiðis besta vegtaki og dynamikkin í øllum veðri. xDrive skipanin er eisini við til at forða yvir- og undirstýring í svingum.

8-trins Steptronic gearkassi

8-trins Steptronic-gearkassin, snilda xDrive skipanin og TwinPower Turbo-motorarnir gera X1 til ein framúr bil til flest øll endamál.

Útsjónd og útgerð

BMW X1 fæst við fýra ymiskum útsjóndspakkum:

  • Advantage
  • xLine
  • M Sport
  • M Sport Plus

Hesir pakkarnir bjóða upp á ymiska útgerð bæði tá viðvíkur útsjónd uttan og innan, umframt at ymisk eykaútgerð hoyrir til ymsu pakkarnar.

Framkomið Control Display

10,25″ touch-skermurin við góðari upploysn og einfaldum skráum, ger tað lætt hjá øllum at fáa mest møguligt burtur úr biltúrinum. Tað er lætt og einfalt at knýta telefonina til bilin, so tú bæði kanst tosað tráðleyst og lurta eftir tónleiki.

Útgávur

Fleiri upplýsingar

Fyri nærri upplýsingar um BMW X1 sí niðanfyristandandi skjøl.

Tíðindabræv