BMW 5 Sedan


Stílreinur

BMW 5 Sedan presenterar ein smartan, rúmligan og framúrskarandi góðan sedan, sum egnar seg væl til eitt nú virkisrekandi persónar. Máttmikil motorur sameindur við frálíkum dynamikki umframt sera eleganta útsjóndin ger, at hann er væl og virðiliga fremstur í sínum klassa.


Vælkenda framsíðan

Við kúfangaranum framman og serkendu ”nýrunum” er skjótt at leggja merki til BMW 5 Sedan úti á vegnum. Klárar flatur og neyvar linjur bera við sær, at hann er serstakliga snøggur uttaná.

Snildir hentleikar

BMW 5 Sedan strembar eftir, at seta ein nýggjan standard og er hetta sera sjónligt um tú hyggur eftir konstruktiónini í bilinum.
Bilurin er sera væl útgjørdur og hevur hann nógvar hentleikar, sum gera, at hann altíð er frammanfyri kappingarneytarnar.

Elegant kabina

Sera snotislig kabina við lekkrum kunningarskíggja og sportsligum leðurróðri.

Skift gear við stíli

Gearstong og kontroll stýrisskipan í svørtum háglansi.


BMW 5 Sedan Plug-in Hybrid

BMW 5 fæst eisini sum Plug-in Hybrid og eru fleiri fyrimunir við hesi útgávu.
BMW 5 Sedan, 530e, 530e xDrive og 545 xDrive fáast allir við nýskapandi hybridmotorinum.

Kombinatiónin av elektriska BMW eDrive og máttmikla BMW brennimotorinum gevur eina framúr góða koyriuppliving. Harafturat kanst tú velja millum fleiri koyriprogrammir – eitt nú, koyring heilt uttan útlát og púra ljóðfrítt – ella við kraftmiklum momentum.
Velur tú BMW 530e xDrive ella BMW 545e xDrive fært tú eisini intelligenta 4-hjólstrekki, sum gevur bilinum eyka dynamikk.

Betur fyri umhvørvi

Plug-in Hybrid bilar eru umhvørvisvinarligari vegna avmarkað CO2-útlát og lægri brennievnisnýtslu. Í samband við, at BMW ynskir at gerast grønari hevur man sett kanning í verk fyri at máta samlaða CO2-útlátið í framleiðsluni av Plug-in Hybrid bilunum. Heilt frá framleiðsluni av rávøruni til nýtsluna úti á vegnum – og endurnýtslu.
Úrslitið vísti, at BMW 530e Sedan hevur heili 47% lægri CO2-útlát enn BMW 530i Sedan.
Hetta millum annað tí, at man gagnýtir varandi orkukeldur.


BMW 5 Sedan – Stílrein koyring

UM BMW 5 Sedan

BMW 5 Sedan syrgir fyri, at tú altíð verður eitt stig frammanfyri. Framgongd kemur ikki av sær sjálvum, men krevur tað ídni og miðvíst arbeiði at røkka málinum. Hetta er sami framferðarháttur, ið hevur verið grundarsteinur í sniðgevingini av BMW 5 Sedan.

Møt upp við stíli

BMW 5 Sedan kann serbyggast júst til tíni ynskir. Eitt nú kanst tú velja ein eksklusivan pakka við sergjørdari útgerð umframt, at fáa imponerandi aerodynamiskar BMW Individual felgur 1001 l.

Fremstur í sínum klassa

BMW 5 Sedan strembar eftir, at seta ein nýggjan standard og kemur hetta til sjóndar í allari konstruktiónini í bilinum.
Millum annað hevur bilurin Integral Aktiv Styring og koyriprogrammi, ADAPTIVE.
Bilurin er sum heild sera væl útgjørdur og hevur nógvar funktiónir, sum lyfta hann upp á eitt støði fyri seg.

Útsjónd og útgerð

BMW 5 Sedan fæst í ymiskum útgávum:

  • SEDAN
  • Luxury Line
  • M SPORT PAKKA

Hesir pakkarnir bjóða upp á ymiska útgerð bæði tá viðvíkur útsjónd uttan og innan, umframt, at ymisk eykaútgerð hoyrir til ymsu pakkarnar.

Talgilt samband

Við snildum talgildum assistentskipanum, so sum: Driving Assistent Plus, Parking Assistent Plus við 3D View, Remote Control Parking og BMW Head-Up Display.
Harumframt kanst tú brúka Apple CarPlay og fært tú sostatt tikið telefonina í bilinum ella bara lurta eftir tínum yndis tónleiki.

Útgávur

Kiran Jóanesarson
Sølumaður
308080
290086
Palli Skorheim
Stjóri

Fleiri upplýsingar

Fyri nærri upplýsingar um BMW 5 sí niðanfyristandandi skjøl.

Tíðindabræv