BMW 8 Coupé


Sportsligt luksus

BMW 8 Coupé er ein marglætis sportbilur, sum ber við sær eina nýggja definitión uppá koyrieginleikar.



Framúrskarandi koyrigleði

Fullført marglæti

Útsjóndin á bilinum úttrykkir elegansu og sportsligan dynamikk – og komplimenterar hetta sera væl máttmiklu koyriupplivingina í BMW 8 Coupé.
Marglæti er áhaldandi sjónligt í øllum smálutum og linjum á bilinum.

Fyrstaflokks góðska

Tilfarið, ið er brúkt í kabinuni, gevur bilinum ein serligan dám av luksus og elegansu. Serligur dentur er lagdur á góðskuna í BMW 8 Coupé.
Við øðrum orðum fært tú skjótt kensluna av, at eingin detalja er tilvildarlig.

Adrenalin-kick

Við einum 8-sylindraðum BMW TwinPower Turbo-bensinmotori, Steptronic sportgearkassa, sportvognsfunktiónum og 4-hjólstrekktum xDrive fært tú koyridynamikk á einum sjáldsama høgum støði.
Sannlíkt fer eksplosivi dynamikkurin hjá bilinum at seta gongd í adrenalini.

Intelligentar skipanir

Útgjørdur við nýggjastu tøkniligu assistent- og íbindingarskipanum tryggjar BMW 8 Coupé tær, at tú altíð hevur samband við umheimin.
Operating System 7.0 ger tað lættari hjá tær, at brúka snildu hentleikarnar við nýtslu av hondrørslu, stýring við rødd, touchscreen ella við iDrive.


Sera væl útgjørdur

BMW 8 Coupé hevur Active Air Stream í teimum ikonisku dupultnýrunum á kølaragrillini, sum syrgir at fyri kølandi luft kemur til motorin, bremsurnar og luftingarskipanina. Harafturat hevur bilurin BMW lasaraljós, ið lýsir heilt upp til 600 metrar. Hetta er næstan dupult so langt sum vanligar framlyktir lýsa og gevur hetta tær tískil væl betur útsýni – og økir samstundis trygdina.
Inni í bilinum fært tú ágóðan av fleiri øðrum funktiónir, ið geva betur komfort og trygd

BMW 8 Coupé – Ein sonn fragd fyri eyga

UM BMW 8 Coupé

BMW 8 Coupé er imponerandi niður til minstu detalju. Serstaka lakeringin fær BMW 8 Coupé at strála meðan marglætis tilfarið við elegantum pyntielementum, sum komplimenterar ta sportsligu kabinuna. So góðskan av tí tú sært er tað, tú fært.

Altíð eitt fet frammanfyri

Nýskapandi tøknin í BMW 8 Coupé syrgir fyri, at trygdar- og assistentskipanir altíð eru dagførdar. Við nýggja BMW Operating System 7.0 verður stýring og samskifti við tøkniligu hentleikarnar hjá bilinum meira persónligt og ómakaleyst enn nakrantíð áður.

Assistentskipanir

Top avrik krevur stórt yvirskot. Tí fæst BMW 8 Coupé eisini við nýskapandi skipanum, so sum Driving Assistent Professional. Skipanin syrgir fyri, at tú koyrir við hóskandi ferð og hevur røttu frástøðu til bilarnar frammanfyri. Harumframt ger skipanin, at bilurin heldur seg á síni akbreyt og fyribyrgir fyri møguligum óhappum.

Útsjónd og útgerð

BMW 8 Coupé fæst í ymiskum útgávum:

  • UPPLÝSINGAR ÁVEGIS

Hesir pakkarnir bjóða upp á ymiska útgerð bæði tá viðvíkur útsjónd uttan og innan, umframt at ymisk eykaútgerð hoyrir til ymsu pakkarnar.

BMW Live Cockpit Professional

BMW Live Cockpit Professional við stýrihentleikum hevur sera virknan og stóran touch skerm á 10,25” og eitt talgilt instrument display á 12,3”.

Útgávur

Fleiri upplýsingar

Fyri nærri upplýsingar um BMW 8 sí niðanfyristandandi skjøl.

Tíðindabræv