BMW 2 Active Tourer


Til ein aktivan gerandisdag

BMW 2 Active Tourer er við sínum stóra viðførisrúmið á 1.405 litrar ímyndin av komfort og fleksibiliteti. Hendan útgávan rúmar bæði barnavogn og golf-taskur uttan, at uppá nakran máta víkja burtur frá eleganta, sportsliga BMW sniðinum.


Framsøkin familjubilur

Nýtt og framsøki snið

Næsta ættarlið av tí sportsliga BMW 2 Active Tourer útstrálar bæði dynamikk og styrki. BMW heldur eina sera klára linju, tá tað kemur til sniðgeving – og sæst hetta millum annað aftur í eyðkendu BMW nýrunum og nýggju LED-forlyktunum.

Framtíðin er talgild

BMW 2 Active Tourer er sera væl útgjørdur við intelligentum talgildum assistentum. Eitt nú fært tú fartpilot við bremsufunktión við, sum standard, ið ger, at skipanin skrásetir mótkoyrandi ferðslu, tá tú snarar til vinstru.
Harumframt er parkeringsassistentur og kamera við, sum standard.

LED-forlyktir við ikoniskum ljóssniði

Tær adaptivu LED-forlyktirnar, sum eykaútgerð, geva tær fleiri snildar ljósfunktiónir. Til dømis fært tú blindafrían langljósassistent.

Stór panorama glastekja

Elektriska panorama glastekjan gevur tær nokk av frískari luft, tá tað er opið, og gerst tað samstundis ljóst og hugnaligt í bilinum.
Harumframt hevur bilurin eina sólgardin, sum kann latast aftur, tá sólin skínur eitt vet ov sterkt.


BMW 2 Active Tourer Plug-in Hybrid

Máttmikið, tó burðardygt

Við BMW 230e xDrive og BMW 225e xDrive Active Tourer fært tú gleði av burðardyggum flytiføri og fantastiskum koyridynamikki, sum í tølum strekkir seg heilt upp til 240 kW/326 hk og eitt snúningsmoment á 477 Nm (BMW 230e xDrive).
BMW 2 Active Tourer Plug-in Hybrid kemur á marknaðin í summar 2022.

E-koyrilongd heilt upp til 80 km.

Við nýggju BMW eDrive tøknini í 5. generatión kanst tú koyra heilt upp til 80 kilometrar uppá bara streym og harvið púra útlátsfrítt.
Hetta er sera hent, tá tú til dømis koyrir styttri túrar í nærumhvørvinum.


BMW 2 Active Tourer – Ein framúr familjubilur

Kiran Jóanesarson
Søluleiðari
308080
290086
Palli Skorheim
Stjóri

Fleiri upplýsingar

Fyri nærri upplýsingar um BMW 2 sí niðanfyristandandi skjøl.

Tíðindabræv