
X3 Plug-in Hybrid
Eitt nýtt ættarlið av elektriskari koyrigleði
Tann heilt nýggi BMW X3 Plug-in Hybrid hevur, sum restin av hesi útgávurøðini fingið eitt gjøgnumført hamskifti og bjóðar í hesum sambandi bæði nýggja útgerð og marglætis innrættaða kabinu – til gleði fyri alla familjuna.
Hendan útgávan sær meira atletisk, máttmikil og nútímans út enn nakrantíð áður. Rúmligi BMW X3 hevur fingið eitt dagført snið bæði framman og aftan, meðan nýggja forsíðan við tí stóra luftventilinum, tey breiðu dupultnýrini á kølaragrillini og smølu LED-forlyktirnar geva honum dynamiska og sterka útsjónd.

Tøknin í Plug-in Hybrid
Sameining av elektriska BMW eDrive og BMW bensinmotorinum ber við sær eina effektiva og serstaka koyriuppliving.
Og við xDrive BMW 4-hjólstrekkinum, sum er eindømi fyri Plug-in Hybrid bilar av hesum slagnum tryggjar, at vegfesti er optimalt.

Koyri-programmir
Tað ger tað sama, um tú nýtir HYBRID/HYBRID ECO PRO, ELECTRIC ella SPORT/XTRA BOOST: Fá gleði av øllum intelligentum koyriprogrammum, sum tryggja optimala samspæli millum brenni- og elmotorin í øllum støðum.

Løðing
Løðitíðin (0-100%) fyri BMW X3 xDrive30e er áleið 3,7 tímar við løðieffekt á 3,7 kW – hetta kundi eitt nú verið á almennari løðistøð.
Gjøgnum vanliga stikkkontakt á leið 5,9 tímar við løðieffekt á 2,3 kW.
Útsíðan
Nýggja sniði á forsíðuni og LED-forlyktirnar geva BMW X3 xDrive30e sterka útstráling. Koyrir tú heim um myrku kvøldarnar kanst tú fáa BMW Laser Light í bilin, sum eyka útgerð. Hetta ger, at bilurin lýsir heili 650 metrar fram í myrkrinum.
Tær pinsettformaðu LED-baklyktirnar er nakað heilt nýtt fyri X3 útgávuna og er tað við til, at taka fram sportsliga útrykkið.
Innan
Dagføringarnar í BMW X3 Plug-in Hybrid eru týðiligar og er hetta nakað tú skjótt merkir tá tú setur teg við róðri. Standard útgerðin í bilinum umfatar sportsetur og sjálvirkandi klimakontrol til frama fyri bæði førara og passaserar. Harafturat geva galvaniseraðu sniðelementini í kabinuni saman við nýggju infotainment skipanini eitt marglætis útrykk.
Hví skal eg velja Plug-in Hybrid?

Við einum Plug-in Hybrid fært tú tað besta frá báðum heimum. Kombinatiónin av el- og brennimotori tryggjar tær góðan brennievnisøkonomi og eitt lægri CO2-útlát. Njót koyridynamikkin í einum SUV meðan tú samstundis gert títt fyri at avmarkað heimsins CO2-útlát.
Tann nýggi BMW X3 xDrive30e gagnýtir varandi orkukeldur og hevur tí upp til 54% lægri CO2 útlat enn BMW X3 xDrive30i.
Ger teg til reiðar, at koyra sum dreymurin

BMW X3 xDrive30e kemur við einum sergjørdum 8-trins Steptronic-gearkassa, sum gevur tær eina fantastiska góða koyriuppliving. Umframt at BMW xDrive ger sítt til, at koyristabiliteturin er í serklassa – óansæð hvussu standurin á vegi ella lendi er.
Samanumtikið avrikar BMW X3 xDrive30e á hægsta støðið og er garanti fyri, at tú fært óteljandi lekkrar tímar handan róðri.
Útgávur
Fleiri upplýsingar
Fyri nærri upplýsingar um BMW 3X Plug-in Hybrid sí niðanfyristandandi skjøl.