BMW 1


Snið og koyrigleði í hásæti

Tað er skjótt, at gerast hugtikin av BMW 1. Við sínum nútímans sniði og framúr koyrieginleikum skilur hann seg frá mongdini.

Effektivi motorurin og 4-hjólstrekki gera sítt til, at hann koyrir sum ein dreymur í øllum veðurlagi.
Harumframt fæst BMW 1 í ymiskum útgávum og ber tí til, at finna júst tann, ið seg hóskar best til tín tørv.

Til dømis er M-Sport útgávan til tín, sum ynskir eitt meira sportsligt útrykk – bæði innan og uttan. Við M-sportsundirvogninum og M-sport aerodynamikk-pakkanum betrast koyrieginleikarnir í so stóran mun, at tú ikki kanst gera annað enn at smílast, tá tú koyrir í honum.


Snið

Tann nýggi BMW 1 er sniðgivin við tí fyri eyga, at gera hann framúr sportsligan.

Ikoniska og serkenda grillin á kølarinum hevur eisini fingið eina dagføring, ið ger bilin enn meira sporty.

Interiør

Kabinan í BMW 1 er væl útgjørd og fært tú beinanvegin kensluna av góðsku í serflokki, tá tú setir teg inn í hann.

Á tøkniliga partinum eru óteljandi møguleikar at velja millum. Eitt nú ber til, at hava AppleCarplay, automatisk gear, luftskiftisskipan, sport- og leðursetur, leðurróður, isofix og mangt annað.

Talgildan lykil

Digital-key funktiónin ger tað møguligt hjá útvaldum Samsung snildtelefonir at opna, læsa og tendra BMW bilin beinleiðis frá telefonini.

Tí er ikki neyðugt við einum lykli. Tú kanst lætt og ómakaleyst deila talgilda lykilin við 5 aðrar eindir gjøgnum appina BMW Connected.

Nýhugsandi parkeringsassistentur

Tann sera smarti parkerings/bakkiassistenturin er hentur at hava, tá tú hevur koyrt inn í eina smala innkoyring ella tá tú kennir teg ótryggan, at bakka út frá einum trongum parkeringsplássi. Assistenturin minnist teir seinastu 50 metrarnar tú hevur koyrt og bakkar tískil júst sama veg út aftur, sum tú koyrdi inn. Tú skalt einans trýsta á bakkgear og bakkiassistent-knøttin og sleppa bremsuni, so tekur bilurin sær av restini.
Tó sjálvandi altíð við fyrivarni fyri fólki til gongu og líknandi.

BMW 1 – Smartur og sportsligur

UM BMW 1

BMW 1 er ein smartur og sportligur bilur, sum hóskar væl bæði til býarkoyring og longri túrar. Bilurin er rúmligur, smartur og verður veittur við góðari standardútgerð, umframt at ein ørgrynna av eykaútgerð eisini kann veljast til bilin.

BMW TwinPower Turbo

Nýggja ættarliðið av 3- og 4 sylindraðu BMW TwinPower Turbo bensinmotorunum geva bestu koyrigleðina. Motorarnir eru eyðkendir fyri kraftina og skjótu reaktiónina – eisini við lágum snúðningum. Harumframt eru motorarnir so orku- og umhvørvisvinaligir sum tilber.

Hvat er xDrive?

BMW 1 fæst bæði við forhjólstrekki og 4-hjólstrekki (xDrive).

Snilda xDrive skipanin javnar skjótt og smidliga kraftina millum for- og bakhjólini, og tryggjar soleiðis besta vegtaki og dynamikkin í øllum veðri. xDrive skipanin er eisini við til at forða yvir- og undirstýring í svingum.

8-trins Steptronic gearkassi

8-trins Steptronic-gearkassin, snilda xDrive skipanin og TwinPower Turbo-motorarnir gera BMW 1 til ein framúr bil til flest øll endamál.

Útsjónd og útgerð

BMW 1 fæst við fýra ymiskum útsjóndspakkum:

  • Advantage
  • xLine
  • Sportline
  • M Sport

Hesir pakkarnir bjóða upp á ymiska útgerð bæði tá viðvíkur útsjónd uttan og innan, umframt at ymisk eykaútgerð hoyrir til ymsu pakkarnar.

BMW Live Cockpit Professional

10,25″ touch-skermurin við góðari upploysn og einfaldum skráum, ger tað lætt hjá øllum at fáa mest møguligt burtur úr biltúrinum. Tað er lætt og einfalt at knýta telefonina til bilin, so tú bæði kanst tosa tráðleyst og lurta eftir tónleiki.

Útgávur

Kiran Jóanesarson
Sølumaður
308080
290086
Palli Skorheim
Stjóri

Fleiri upplýsingar

Fyri nærri upplýsingar um BMW 1 sí niðanfyristandandi skjøl.

Tíðindabræv