BMW X6


Stórfingin og kompromileysur

Stórfingin, kompromisleysur og sterkur. BMW X6 er einki minni enn tað. Javnvágin millum elegansu og styrki er neyvt vigaður til minstu detalju í sniðinum. Koyridynamikkurin er í serklassa umframt, at útgerðin í dynamiska 4-hjólstrekkinum er skrúva heilt í topp.
Bergtakandi sniði við sipan til bæði Coupé og SUV ger, at hesin SAV (sports activity vehicle) skjótt fangar títt eygnabrá.


Hæddarpunktini

Elegantur og sterkur

Fyrireika teg uppá at fáa nøkur forlipt eygnabrá sendandi. Tann sterka og framtraðkandi útstrálingin er sjónlig fyri ein og hvønn. Skørpu linjurnar, trinbretti, markantu LED forlykturnar, 19” felgurnar og stóru BMW dupultnýrini í ”Iconic Glow” brølar styrki og eksklusivitet.

Kvikan undirvogn við Driving Experience Control

Við tí kvika M-undirvogninum Professional er BMW X6 ótrúliga smidligur og góður at stýra. Undirvognurin kann trimmast við nýtslu av Driving Experience Control har førarin kann tillaga koyriprogrammi eftir koyrilíkindum.

Kombinatiónin, ið skapar serstakan koyridynamikk

Kombinatiónin av tí kvika M-undirvogninum Professional og tí 8-sylindraða bensinmotorinum við 530 hestakreftum er heilt framúr.
Samarbeiði millum partarnar virkar sera væl og gevur tað eitt fantastiskt koyriupplivilsi.



Smartar hentleikar

Tá tú skalt inn í tín nýggja BMW X6 nýtist tær ongan lykil. Við Digital Key á tíni snildtelefon kanst tú ómakaleyst eitt nú opna bilin ella starta motorin.
Njót og set tínar drykkivørur í kopphaldara við innbygdari skipan, sum ger, at tær halda rætta hitan.
Samstundis kanst tú lurta eftir tínum yndis tónleiki í tí einastandandi Bowers & Wilkins Diamond Surround System.


BMW X6 – Stórfingin koyrigleði

Kiran Jóanesarson
Søluleiðari
308080
290086
Palli Skorheim
Stjóri

Fleiri upplýsingar

Fyri nærri upplýsingar um BMW X6 sí niðanfyristandandi skjøl.

Tíðindabræv