BMW X3


Favorittur við dagførdum X-faktori

Nýggja útsjónd, betri útgerð og klárur at koyra teg á stóra ævintýrferð. BMW hevur givið sínum væleydnaða SAV (Sports Activity Vehicle) BMW X3 eitt umfatandi og eyðsýnt face-lift. Tann nýggi BMW X3 er, um gjørligt, vorðin enn meira sportsligur enn áður, meira nútímans og enn meira talgildur.
Tann dagførdi BMW X3 hevur fingið heilt nýggjan fram- og bakpart, sum gevur tí vælumtókta ævintýrarinum eina meira vøddamikla og atletiska útsjónd. Harumframt er interiøri í bilinum sera lekkurt við nýggjum útgerðarhentleikum og dagførdari infotainmentskipan.


Dynamikkur og effektivitetur

Útsíðan av BMW X3

Í tí nýggja BMW X3 skarar flotta útsíðan framúr við heilt nýggjum nýra sniði. Forlyktirnar hava eisini skift útsjónd og koma nú við fullari LED tøkni, sum standard – og nýhugsandi BMW Laser Light fæst sum eykaútgerð. Baksíðan á bilinum er sum ongantíð áður. Baklyktirnar hava fingið svartan kant, sum fáa fram tann trídimensionella grafikkin meðan breiða útstoyti leggur dent á sportsliga sniði.

Sera stílfullur innan

Standard útgerðin í tí nýggja BMW X3 fevnir seg nú um bæði sportsetur og sjálvirkandi klimakontroll. Tey galvaniseraðu elementini hava við sær eitt vet av elegansu, meðan flottu vatnrøttu linjurnar prýða um setrini.



Komfort, sum ongantíð áður


BMW X3 Plug-in Hybrid

Hví skal eg velja ein Plug-in Hybrid?

Við einum Plug-in Hybrid fært tú tað besta frá báðum heimum. Kombinatiónin av el- og brennimotori tryggjar tær góðan brennievnisøkonomi og eitt lægri CO2-útlát. Njót koyridynamikkin í einum SUV, meðan tú samstundis gert títt fyri at avmarkað heimsins CO2-útlát.
Tann nýggi BMW X3 xDrive30e gagnýtir varandi orkukeldur og hevur tí upp til 54% lægri CO2 útlat enn BMW X3 xDrive30i.

Ger teg til reiðar, at koyra sum dreymurin

BMW X3 xDrive30e Plug-in Hybrid gevur tær umhvørvisliga burðardygt flytiføri og effektivan koyridynamikk.
Sameining av elektriska BMW eDrive og BMW bensinmotorinum ber við sær eina effektiva og serstaka koyriuppliving.
Og við xDrive BMW 4-hjólstrekkinum, sum er eindømi fyri Plug-in Hybrid bilar av hesum slagnum tryggjar, at vegfesti er optimalt.


BMW X3 – Klárur til ævintýr

Kiran Jóanesarson
Søluleiðari
308080
290086
Miso Buha
Sølulærlingur
308080
290085
Palli Skorheim
Stjóri

Fleiri upplýsingar

Fyri nærri upplýsingar um BMW X3 sí niðanfyristandandi skjøl.

Tíðindabræv