BMW X2


Sportsligur crossover

Við einum umfatandi sportsligum sniði, frálíkum dynamikki og smidligheit fært tú ein SAV í heimsflokki í BMW X2. Góðskan í tilfarinum sameint við tøknina inni í bilinum gevur tær eina framúrskarandi koyriuppliving. Ikonisku dupultnýrini á kølaragrillini, skermkantarnir og tann breiða fjarstøðan millum akslarnir draga fram atletisku útsjóndina.


Eitt serstakt upplivilsi

Altíð samband við umheimin

Við kø-assistentinum Real-Time Traffic Information ert tú altíð upplýstur um støðuna í ferðsluni soleiðis, at tú kanst velja eina aðra farðleið í fall, at tað er ferðsluknútur onkustaðni.
Bluetooth sambandið og tráðleysa løðingin ger, at tú ómakaleyst kanst práta í telefon í bilinum ella lurta eftir tínum yndistónleiki.

Trygdin í hásæti

Bilurin er útgjørdur við bakkikamera og kanst tú tískil trygt bakka úr sjálvt teimum truplastu støðunum. Harafturat hevur hann bak- og síðuspegl við sjálvirkandi niðurblending umframt Parking Distance Control framman og aftan.
BMW X2 hevur eisini Driving Assistant og parkeringsassistentskipan, ið gera koyring og parkering so trygga sum gjørligt.

Betur komfort í BMW X2

Í hesum bilinum fært tú framúr komfort. Tú fært Hi-Fi hátalaraskipan, stuðul til lendarnar á forsetrinum, elektriskar innstillingar av setrinum, hita í róðrinum og mangt annað – alt fyri at gera koyritúrin so góðan fyri teg sum gjørligt, óansæð um túrurin er stuttur ella langur.

BMW Connected+

Nýt BMW Connected+ gjøgnum BMW-Connected appina og fá samband millum tína snildtelefon og BMW X2. Við hesum kanst tú millum annað senda bilinum tína farleið soleiðis, at hann er klárur, tá tú skalt avstað.
Deil status við vinir og familju, so tey kunnu síggja og fylgja við nær tú kemur.


BMW X2 Plug-in Hybrid

Effektivitetur í serklassa

BMW X2 xDrive25e Plug-in Hybrid gevur tær umhvørvisliga burðardygt flytiføri og effektivan koyridynamikk.
Sameining av elektriska BMW eDrive og 3-sylindraða BMW bensinmotorinum ber við sær eina effektiva og serstaka koyriuppliving.
Við xDrive BMW 4-hjólstrekkinum, sum er eindømi fyri Plug-in Hybrid bilar av hesum slagnum tryggjar, at vegfesti er optimalt.


BMW X2 – Sportsligur og einstakur

Fleiri upplýsingar

Fyri nærri upplýsingar um BMW X2 sí niðanfyristandandi skjøl.

Tíðindabræv