
Stelvio
Stelvio – Stílfullur SUV
Ein SUV, sum hevur koyrieginleikar sum ein Sedan. Ein kombinatión av effektivum motorum umframt 8-trins automatiskum gearkassa tryggjar maksimalan effektivitet, tá tað kemur til avrikan og komfort.
Alfa Romeo Stelvio umdefinerar hugtakið koyridynamikk fyri bilar í sínum klassa.
Elegant interiør
Raffineraðir, javnvigaðir formar og harmoniskar yvirflatur. Njót mongu serstøku detaljurnar í Alfa Romeo Stelvio.





Njót koyritúrin
við fantastiskari tøkni
Adaptivan fartpilot
Við adaptivum fartpiloti, sum standard, kanst tú við tínum Alfa Romeo Stelvio koyra við konstantari ferð og altíð halda røttu frástøðu til akfør frammanfyri – uttan, at seta fótin á speedaran.
Samband við tína Apple snildtelefon
Við Apple CarPlay kanst tú nýta allar hentleikar og appir á tíni iPhone gjøgnum Alfa Romeo Stelvio infotainment-skipanina – uttan, at taka hendurnar av róðrinum.
Telefon
Við at knýta tína snildtelefon til bilin gjøgnum Bluetooth kanst tú ringja og taka telefonina umframt spæla tónleik – uttan, at taka hendurnar av róðrinum.
Widget
Nýggja infotainment-skipanin hevur hópin av samvirknum hentleikum, ið hava til endamáls at geva eina intuitiva og ómakaleysa brúkarauppliving.
Stelvio – SUV í heimsflokki
Fleiri upplýsingar
Fyri nágreiningum av Stelvio ber til, at taka niður sølufaldara og prísskjal.