
Maxus Euniq 6
Er komin til landið!
Tann elektriski Maxus Euniq6 SUV er nú komin á tann føroyska marknaðin og fer hann uttan iva, at bergtaka á teimum føroysku vegunum.
Við einum viðførisrúmið, sum rúmar 754 litrar er hann tann fullkomni familjubilurin.
Bilurin er framleiddur av einum av heimsins størstu bilframleiðarum – og verður hann nú at fáa í Føroyum.
Hæddarpunktir


Panorama sóltekja
Stórur SUV við panorama sóltekju og plássi til 5 persónar

Stóran touch-skíggja
Stórur innbygdur skíggi í bilinum við Apple CarPlay og DAB+.

Tráðleys løðing
Við tráðleysu løðingini er snildtelefon tín altíð klár og full av streymi.

Lekkurt tólbretti
Fá eina rúgvu av útgerð, maksimalt komfort og virði fyri pengarnar.

Max av øllum
Euniq6 er ein stórur og elektriskur SUV, sum er sniðgivin til bæði gerandisbrúk og longri koyritúrar.
Tann nýggi Euniq6 hevur alt tað man væntar av einum SUV. Max komfort, max útgerð, max koyrilongd og max pláss í viðførisrúminum. Ein stórur elektriskur SUV – MAX elbil fyri allar pengarnar.
*Gev gætur: Myndirnar eru vístar við eyka útgerð.
Max stødd
Við Euniq6 fært tú ein risa SUV við plássi til øllum tær tørvar – og eitt sindur afturat. Á útsíðuni mátar bilurin 4735 mm í longd, 1860 mm í breidd og 1736 mm í hædd. Bilurin hevur akslafrástøðu á 2760mm og fríhædd á 190 mm.
Innan fært tú størsta viðførisrúm í klassanum á heili 754 litrar og verður plásstrot tí ongantíð ein trupulleiki.
Á førarasetrinum og í restini av kabinuni er eisini sera rúmligt, bæði til bein og í hæddini millum loft og gólv.


Serstakt snið
Tað er ein sannroynd, at Euniq6 fer at bergtaka og fáa nógv eygnabrá í ferðsluni. Bilurin hevur eina nútímans útsjónd, flottar linjur og er sportsligur á framsíðuni, sum sameint gevur eitt lekkurt og fullkomið snið.
Bilurin hevur millum annað fulla LED tøkni, 18” aluminiumsfelgur og elektriska panorama sóltekju.
Koyrilongd og løðing
Euniq6 SUV hevur eina klassaleiðandi koyrilongd, sum røkkir heilt upp til 452 km* (WLTP Urban).
Tann stóri familjubilurin hevur eitt battarí á 70 kWt.
*Koyrilongd ávirkast av ymiskum variablum so sum koyristíli, temperaturi, lufttrýsti í hjólunum v.m.
Ásetta koyrilongd er grundað á WLTP mátingar.
Euniq6 kann sleipa 750 kg. á krókinum.
Fyri nærri kunning um koyrilongd og forbrúk ber til, at trýsta á niðanfyristandandi knøtt.

Fjølbroytt úrval av litum
Tú ert í tryggum hondum
Tað skal vera trygt, at velja sær elbil frá Maxus. Tí verður tann nýggi Maxus Euniq6 SUV seldur við 5-ára garanti/100.000 km. – Umframt 8 ára garanti/200.000 km. uppá battaríið.
Fleiri upplýsingar
Fyri nágreiningum av Maxus Euniq6 ber til, at taka niður sølufaldara og prísskjal.