
JEEP Compass
Hybrid-SUV til framtíðina
Plug-in Hybrid JEEP 4xe ger pláss fyri tí nýggja Compass: tann nýggi SUV kemur í serútgávu, 80th Anniversary útgávan, sum er ein fagnaður av 80-ára runda degnum hjá JEEP – og fæst hann við sermerktum litum, aluminiumsfelgum og 80-ára stórgildisbúmerki.
Hæddarpunktir


Sermerkt búmerki
Allar detaljur í nýggja Compass 4xe 80th Anniversary er sniðgivnar fyri, at leggja dent á tann serstaka stílin. Til dømis er sermerkta búmerki á panelinum, til hurðina framman, gjørt úr sera vøkrum gráum liti.

18” aluminiumsfelgur
Tann heilt nýggi Compass 4xe 80th Anniversary er gjørdur við tí fyri eyga, at hann skal skilja seg frá mongdini. Alufelgurnar á 18” hava eitt sergjørt snið við gráum finish. Ein eyðsýndur stílur, sum heilt víst fer at hava við sær nøkur eygnabrá á vegnum.

Serstakir litir
Nýggju litirnir skulu draga fram serstaka sniði av hesi fagnaðarútgávuni.

Nýtt tólbretti
Nýggja tólbretti hevur reinari linjur og stýristøðin í miðjuni er enn rúmligari. Harumframt er bilurin útgjørdur við heilt nýggjum Uconnect-radio við 10,1” touch-skíggja og innbygdari navigatiónsskipan.
Hevur allar neyðugar hentleikar

Uconnect-tænastur
Við innbygdum Uconnect-tænastum í tí nýggja Jeep Compass 4xe, kanst tú ómakaleyst samskifta við bilin og verður hetta gjørt gjøgnum Uconnect-appina, sum kann takast niður á Apple Store og Google Play. Við nýggju My eCharge-funktiónini, sum er sergjørd til 4xe-heimin ger, at tú lætt kanst halda yvirlit og stýra løðing beinleiðis frá antin snildtelefon ella tablett.

Máttmikil orka
Jeep endurnýggjar vælkenda 4-hjólstrekki við, at sameina 4×4-trekkikraftina við elektriskari framdrift. Orkan økist meðan brennievnisnýtslan og CO2-útláti minkar.

Flottur uttaná
Nýtt, nútímans og eyðsýndar linjur til eitt legendariskt ikon.

Nútíðar interiør
Moderniseraða interiøri hevur eina nútíðar útsjónd, sum bjóðar einastandandi estetikk og økt komfort.

Ómakaleys løðing
Jeep Compass 4xe Plug-In Hybrid hevur løðikaðal við sum standard, so at tú kanst bilin heima við hús.
*Til kunning: Set teg í samband við SEV fyri at fáa løðistøð setta upp.
Fjølbroytt úrval av litum
Fá MVG’ið afturgoldið
El- og Plug-in Hybrid bilar fáa MVG afturbering upp til 70.000 kr.
Jeep Compass – Tann, ið stingur seg framúr
Fleiri upplýsingar
Fyri nágreiningum av Jeep Compass ber til, at taka niður sølufaldara og prísskjal.