BMW i3


Framtíðin her og nú

BMW i3 er ein tann fyrsti bilurin við 100% elektriskari drívmegi. Við inovativari tøkni letur bilurin neyðugu kunningina og hjálpir at skipa koyringina á bestan hátt. Harumframt er bilurin bygdur so burðardygt sum tað yvirhøvur letur seg gera.



Máttmikið marglæti

Orka og koyrilongd

Fyrireika teg uppá at blíva bergtikin. Elektriski motorurin hjá BMW iX xDrive40 á akslinum framman- og aftanfyri gevur eina samlaða orku á yvir 370 kW / 500 hk og merkir tað, at tú kemur frá 0-100 km/t uppá 6 sekundir. Í BMW iX xDrive50 tekur tað undir 5 sekundir. BMW iX xDrive40 er útgjørdur við meir enn 300 hk og hevur eina koyrilongd á yvir 400 km.
Í BMW iX xDrive50 fært tú meir enn 500 hk og yvir 600 km í koyrilongd.
Løðitíðin fyri báðar bilar við maksimalum løðikapasiteti er undir 40 minuttir – og ber til hjá tær, at fáa 90 km á tangan uppá bert 10 minuttir.

Stødd og pláss

Við fríhædd á umleið 2 metrar, er hendan útgávan líka long og breið sum BMW X5 og so høg sum BMW X6. Bilurin rullar á somu hjóldimensjón sum ein BMW X7 (21” ella 22”). Við akslafrástøðu á 3.000 mm eru dimensjónirnar í kabinuni áleið tær somu sum í BMW X5, tó við meira plássi til høvd, bein og akslar.
Viðførisrúmið er á leið 500 litrar og er sostatt gott pláss til alt.
Tað eru eisini góð tíðindi til tín, sum koyrir við treylara, tí BMW iX kann trekkja heili 2.500 kg á krókinum – og er hetta sjáldsamt fyri el-bilar.
Møguligt er eisini, at uppseta takboks á tekjuna.


Snið, interiør og útgerð

BMW iX er sniðgivin við burðardygd í huga og er tað galdandi allan vegin í gjøgnum. Hendan hugsjónin er tikin við líka frá fyrsta partinum av framleiðsluni heilt fram til, at tann haldgóði BMW iX koyrir í flotta landslagnum í Føroyum. Grundreglan um størri burðardygd merkist millum annað í aerodynamisku eginleikunum, støddini á bilinum og í endurnýtslutilfarinum, sum verður brúkt í BMW iX. Uttaná hevur bilurin fingið eyðsýndar, sjálvsikkrar og merkingarmiklar linjur og sær bilurin tí út, sum tann slóðarin hann er: Klárur, at geva tær bestu elektrisku koyriupplivingina á marknaðinum.

Einfalt interiørsnið

Interiørsniði hevur ein nútímans dám og er einans tað týdningarmesta tikið við. Hetta sæst til dømis í stýrielementum í miðjuni av kabinuni – iDrive Controller í glassniði, sum er ramma inn í snøggari flatu úr FSC-góðkendum træið.

Lounge-setur í aftasta partinum av kabinuni

Tað, at BMW iX ikki hevur nakað í miðjuni við fótalagi ber við sær eitt ”lounge” kennt hugalag.
Tú kanst eisini fáa hita í baksetrini og 3D-hátálarar í nakkastuðulin, sum eyka útgerð.

BMW Curved Display

BMW Curved Display er fyri fyrstuferð í bilinum, sum standard útgerð.
Njót tann fína kunningarskíggjan á 12,3” og kontrollskíggjan á 14,9”, sum báðir renna saman í eina funktionella og eleganta skíggjaeind.


Nýhugsað snið í BMW iX

Stórar flatur og eyðkendu linjurnar geva BMW iX ein serstakan monolittiskan form. Hvør tann einasta detalja fellur inn í eina nútímans útstráling og fær tað at síggja út sum, at bilurin er stoyptur í einum stykki. Tann aerodynamiska tilskapanin av yvirflatunum skapar eitt serligt eyðkenni og hevur bilurin fyri fyrstuferð lækkað hondtak og hurðar uttan rammur. Hetta er einadømi fyri BMW SUV og er tað, ein staðfesting av slóðbrótandi samleikanum.

BMW iX Shy Tech-hugsjón

Shy Tech-hugsjónin setur passaserarnir í miðdepilin og letur framkomnu tøknina í bilinum traðka í bakgrundina, inntil tørvur er á henni. Hendan ósjónliga intelligensin finnur tú bæði á útsíðuni og inni í bilinum. Til dømis í nýruni, ið virkar sum ein intelligent flata og inniheldur kameratøkni, radarafunktiónir, sera framkomna sensortøkni og hitaelementir.


Løðitíð fyri koyrilongd á 100 km.

Við BMW iX og BMW Charging fært tú ágóðan av øllum teimum mongu hættunum, at løða bilin uppá. Sama ger, um tað er løðing heima við hús, á almennari løðistøð ella á arbeiðsplássinum.
Imponerandi løðieffektin ger tað møguligt hjá tær, at løða upp til eina koyrilongd á 100 km uppá bert 6 minuttir.

BMW iX xDrive40

Løðiboks (11kW)Standard løðikápil (1,4 kW) vanlig stikkkontaktHigh Power ChargingSkjótløðing á almennari løðistøð (50kW – DC)
1:39 tímar14:35 tímar00:08 tímar00:21 tímar
Gev gætur: Útrokning tekur atlit til forbrúk og løðieffekt. Virðini eru ásett grundað á battarístart og hitastig uttanfyri á 29-33 C við váttanarvirðum. Frároknað annað forbrúk sum til dømis hita í setrinum, display, luftskiftiskipan. Indviduella forbrúki kann víkja frá hesum (valdast millum annað av koyristíli, temperaturi, koyrilíkindum), sum eisini ger seg galdandi fyri einstøku løðieffektini (til dømis battaríløðistøða, hita í bilunum).
Grundarlagið fyri forbrúkinum er WLTP Best Case. Grundarlagið fyri løðieffektini er tann maksimala (treytað av løðislagi og bili).

BMW iX xDrive50

Løðiboks (11kW)Standard løðikápil (1,4 kW) vanlig stikkkontaktHigh Power ChargingSkjótløðing á almennari løðistøð (50kW – DC)
1:41 tímar15:02 tímar00:06 tímar00:21 tímar
Gev gætur: Útrokning tekur atlit til forbrúk og løðieffekt. Virðini eru ásett grundað á battarístart og hitastig uttanfyri á 29-33 C við váttanarvirðum. Frároknað annað forbrúk sum til dømis hita í setrinum, display, luftskiftiskipan. Indviduella forbrúki kann víkja frá hesum (valdast millum annað av koyristíli, temperaturi, koyrilíkindum), sum eisini ger seg galdandi fyri einstøku løðieffektini (til dømis battaríløðistøða, hita í bilunum).
Grundarlagið fyri forbrúkinum er WLTP Best Case. Grundarlagið fyri løðieffektini er tann maksimala (treytað av løðislagi og bili).

BMW iX – Eitt fullkomið eindømi

Útgávur

Kiran Jóanesarson
Sølumaður
308080
290086
Palli Skorheim
Stjóri

Fleiri upplýsingar

Fyri nærri upplýsingar um BMW iX sí niðanfyristandandi skjøl.

Tíðindabræv