Týdningarmest eru kenslan.

– Giulia Quadrifoglio

Eyðsæddi Alfa Romeo

Giulia Quadrifoglio er meir enn bert tann máttmiklasti Alfa Romeo, ið nakrantíð er gjørdur. Hann umboðar eina sameining av verkfrøði og kenslum, sum einans kann tilhoyra einum merki so sagnkendum sum Alfa Romeo.

Eitt búmerki, sum er borið í yvir 100 ár umboðar framvegis fullkomiligan originalitet. Eldhugi fyri motorsporti, sum eingin annar. Kensluborin. Ágrýtin. Tøkniligur. Og sera skjótur…




Tann meiningarfulli vakurleikin

Síðan upphavsins morgun hava sniðgevar fingið tekniskan og strukturellan íblástur frá náttúruni og frá menniskjans anatomi. Heimsins kendasti byggilistarligi slóðari megnaði, at finna júst rætta javnvágin millum tann menniskjasliga og strukturella tørvin. Giulia Quadrifoglio er tann best hugsandi vøran, ið er grundað á hesi sniðgevingartilgongd.

Stillisliga stórsligin

Giulia Quadrifoglio er stórsligin, tó uttan at skapa óneyðugt hóvasták. Hann hevur ein sterkan samleika, ið er eyðkendur av týðandi detaljum. Ikoniska tríbýtta ristin, aggressiva sniði á motorhjálminum og síðurnar við eyðsýndu linjunum.

Førarin í heimsins miðdepli

Førarin er altíð í miðdeplinum í einum cockpittið, ið er sniðgivið við somu tilgond sum útsíðan á bilinum: Minimalistiskt við nýtslu av sofistikeraðum tilfarið – so sum, kolfibur, leður og tøkni, ið skal symbolisera harmoniska sambandið millum menniskja og maskinu.

Tá lak møtir javnvág

Detaljurnar í Giulia Quadrifoglio eru ímyndin av einum sonnum dreymabili. Ergonomisku og ultraløttu Sparco-setrini, ið sameina tøkni, komfort og síðustuðul fáast sum eykaútgerð.

Startknøtturin er sveipaður í leðri á róðrinum. Ergonomisku avgreiðsluhondtøkini, infotaiment og koyripositión skapa harmoni millum førara og bil soleiðis, at tú hevur fullkomið kontroll gjøgnum eina serstaka koyriuppliving frá byrjan til enda.

Hjartað er ein vøddi

Hjartað í Giulia Quadrifoglio er ein 2.9 V6 dupultur benzinturbo motorur við 90° øvutbeintum sylindarum. Motorurin avrikar 510 hk og 600 Nm dreyimoment millum 2500 og 5000 umdr./min.

Hesin motorur er útviklaður í tøttum samstarvi við Ferrari. Framleiddur av aluminium, sum ger hann serliga sterkan og samstundis lættan í vekt.

Giulia Quadrifoglio – Stórsligni á vegnum

Fleiri upplýsingar

Fyri nágreiningum av Giulia Quadrifoglio ber til, at taka niður sølufaldara og prísskjal.

Tíðindabræv