Tann nýggi Fiat Scudo

Tann originali vørubilurin við teimum óteljandi møguleikunum frá Fiat Professional er komin aftur.


Tveir vegir, eitt mál

Framúrskarandi avrikan

Tann elektriski motorurin lyftir Fiat Professional Scudo upp á eitt heilt nýtt og óhoyrt støðið, tá tað kemur til avrikan. Vel millum tvey sløg av battaríium, 50 ella 75 kWh – alt eftir hvønn tørv tú hevur.
Scudo fæst eisini við 4 sløgum av dieselmotorum við tí 2.0 litra útgávuni sameint við tí nýggja sjálvvirkandi 8-trins gearkassanum.

E-Scudo

Lyft títt virksemi upp á næsta stig. Tann nýggi elektriski E-Scudo vørubilurin hevur eitt víðfevnandi úrval av motorum, sum geva tær hesar fyrimunir: Koyrilongd heilt upp til 330 km. uppá løðingina, framúr akselerasjón, skjóta løðing og null útlát av CO2.
Koyr við stórum smidleika á smáum bygdum økjum og við góðari kraft á longu teinunum.
Harumframt lastar nýggi E-Scudo upp til 1.2 tons.

*75kW battaríið í blandaðari koyring

Fæst við tveimum battarí støddum

50 kW battarí er standard støddin og loyvir hon tær uppá eina ferð á 130 km/t umframt 260 Nm í snúningsmomentum.
Koyrilongdin er á 230 km uppá løðingina.

*Tøl eru grundaði á WLTP blandað koyring


Við somu ferð og snúningsmomentum gevur 75 kW battaríið tær eina serstakliga góða koyrilongd á heili 330 km. uppá løðingina.

*Tøl eru grundaði á WLTP blandað koyring

Vel millum 4 litir


Mál

Tann nýggi Fiat Scudo fæst í ymiskum útgávum, longdum og lasti orku – og kann hann tí lúka øll krøv.
Vel og tillaga tann fullkomna Scudo til júst títt virksemi.

Trygdin í hásæti

Lesir av skeltir

Hendan trygdarfunktiónin ger, at bilurin kennir aftur skeltir og boðar tær frá um avmarkingar eru á vegnum.

Akbreytar sensorur

Nýggi Scudo skrásetir, tá tú ert á veg útum farbreytar linjurnar og ávarar teg um hetta við ljóði og mynd.

Boð um blindvinkul

Skipanin gerst virkin í meira fløktum støðum ella tá tú ert tætt við forðingum á vegnum. Hon boðar frá sum skjótast, um okkurt verður mett at vera vandamikið í blindvinklinum.

AEB kontroll

Ein sera týdningarmikil stuðul í samband við, at passa uppá fótgangarar og onnur akfør á vegnum. Scudo kennir aftur forðingar á vegnum og boðar tær frá umgangandi og aktiverar neyðbremsuna.

Bakkikamera

Nýggja bakkikamera í Scudo gevur tær sera gott útsýni við høgari upploysn á 7” skíggja, tá tú bakkar.

Koyr á øllum flatum

Flyt teg hvar so enn arbeiði er. Fiat Scudo er útgjørdur við skipan, sum loyvir tær at aktivera ESP, ið er tillaga heili 4 ymiskum flatum: Asfalt, kavi, sand og mold.



Fleiri upplýsingar

Fyri nágreiningum av Fiat Scudo sí niðanfyristandandi skjøl.

Tíðindabræv