100%
Elektriskur
235/370 km
Koyrilongd
Frá 10 til 17 m3
Rúmar
000
Prísur úr

Klárur til allar uppgávur

Fiat e-Ducato er ikki bert grønur og 100% elektriskur, men hevur hann eisini sum sereyðkenni, at hann kann tillagast øllum hugsandi arbeiðsuppgávum.


“>

E-Ducato og hinir vøruvognarnir í víðfevnda úrvælinum hjá Fiat gera, at grøna skiftið av álvara kann setast í gongd

Bilurin fæst við tveimum battarí samansetingum

Við 3 battarí modulum koyrir hann upp til 146 km (WLTP)

Avriksføri á 47 kWh


Við 5 battarí modulum koyrir hann upp til 238 km (WLTP)

Avriksføri á 79 kWh


Um Fiat e-Ducato

Heimurin broytir – Fiat fylgir við
Fiat Professional skilja týdningin av, at fylgja við rákinum í heimssamfelagnum. Tí var ynski, at skapa ein umhvørvisvinarligan vørubil, sum framhaldandi kundi avrika á hægsta stigi.
Hetta bleiv millum annað gjørt við, at granska 4.000 akfør og 50.000 koyrdir kilometrar yvir eitt ár.

Úrslitið bleiv Fiat e-Ducato. Ein umhvørvisvinarligur og sera fleksibul vørubilur, sum kann loysa allar arbeiðsuppgávur.

Fremst og best
Fiat Ducato vørubilarnir hava gjøgnum 40 ár havt sum sereyðkenni, at teir borga fyri haldgóðsku og fleksibiliteti.
Nú verður so bjóða júst tað sama – tó hesuferð er talan um ein 100% elektriskan Ducato. Málið er, at seta ein nýggjan standard fyri elektriskan kapasitet og ganga á odda í grøna orkuskiftinum.

Samstarv við DHL
Fiat Professional hevur í samstarvi við DHL, ið telist millum størstu flutningsfeløgini í heiminum, skapt ein 100% elektriskan vørubil sum er ætlaður, at vera fremstur innan burðardygd.
Fiat e-Ducato er blivin sera gjølla testaður í óteljandi arbeiðsuppgávum hjá DHL og er hann tí klárur, at koyra langar túrar í øllum veðrið.

Best av øllum – grønur og umhvørvisvinarligur

Fiat e-Ducato er 100% elektriskur og ger tí sítt til, at lækka um heimsins CO2 útlát.

Fleiri upplýsingar

Fyri nágreiningum av Fiat e-Ducato sí niðanfyristandandi skjøl.

Tíðindabræv