Ducato

2000
Tal av útgávum
Upp til 2.2 t
Lastar
Upp til 17 m3
Rúmar
000
Prísur úr

Júst til tín tørv

Við fleiri enn 2000 tillagingarmøguleikum er Fiat Ducato klárur, at loysa eina og hvørja uppgávu.


Týdningarmestu eginleikarnir

Í yvir 40 ár hevur Fiat Professional borgað fyri góðsku og hava trúføst viðskiftafólk fingið ágóðan av álítssemi, áhaldni og 10.000 ymiskum útgávum. Tín uppgáva gerst okkara uppgáva, óansæð um tú flytir vørur, menniskju ella hevur aðrar serligar tørvir.

Gott pláss í lastini

Høgi fleksibiliteturin og góða plássi í lastini heilt upp til 17 m³ ger tað gjørligt, at flyta stóra last á tryggan hátt.

Fremstur innan sítt øki

Høgi lasti kapasiteturin hjá Ducato ger hann til eitt eindømi. Hann er tann einasti forhjólstrekkti vørubilurin, sum lastar heilt upp til 2,2 tons.

Effektivitetur í hásæti

Viðurskiftini umframt mátini í bilinum innan og uttan gera tað ómakaleyst hjá tær, at flyta stórar vørur við smidligheit.

Tøknin

Tað er sera týdningarmikið, at tú altíð hevur samband í tínum arbeiðsbili. Ducato bjóðar tær bestu infotainment-skipan á marknaðinum umframt nýggjastu sambindingar tøknina – alt fyri, at bilurin gerst enn meira effektivur.

Mát


Fjølbroytt úrval av litum


Motorurin

Gjørdur til lættar arbeiðsbilar

Tann nýggi Ducato Multijet3-drívlinju útgávan bjóðar eitt breitt úrval av valmøguleikum, sum lættir um arbeiði til eina og hvørja uppgávu. Light Duty- og Heavy Duty samansetingarnar (140hk, 160hk og 180hk) fáast við manuellum ella automatiskum gearkassa og hava tær allar avmarkað óljóðsstig. Harafturat er motorurin lættari í vekt og hevur hann effektivari brennievnisnýtslu enn undanfarnar útgávur.

Um Fiat Ducato

Til tey, sum halda øllum koyrandi
Tað er ein sannroynd, at uttan handverkarar stóð heimurin ikki leingi afturat. Teir persónar, sum ikki eru bangin fyri at fáa skitnar hendur og baksast fyri at røkka á mál.
Við hesum persónum í huga bleiv Ducato skaptur. Til tey, ið ynskja ein vørubil, sum ger arbeiði meira effektivt.

Fleksibilitetur í hásæti
Við yvir 10.000 ymiskum samansetingum og útgávum hóskar Ducato seg til handverkarar og fyritøkur í øllum støddum.
At Fiat Professional leggur so stóran dent á fleksibilitet kemst av, at heimurin er í støðugari broyting. Harafturat er tað faktum, at í handaligum virksemi er neyðugt við fleksibiliteti og hevur hetta tískil verið av hæsta prioriteti í menningini av Ducato.

Stílur sameindur við effektivitet
Handaligt arbeiði kann til tíðir verða rokaligt, men fyri tað kann man gott koyra við stíli.
Fiat Professional hevur 35 ár á bakið við avrikum í heimsflokki. Hetta sameint við stílreina italienska sniðgávu ger, at tú kanst fara hugagóður til verka.

Fleiri upplýsingar

Fyri nágreiningum av Fiat Ducato sí niðanfyristandandi skjøl.

Tíðindabræv