Fiat 500 – Dolcevita

Tá stílur møtir tøkni

Tíðin er komin, at venda aftur til góða lívið. Fiat 500 Dolcevita er tann fullkomna samansetingin av stíli og tøkni.


Hæddarpunktir

Njót panorama tekjuna

Fullkomið útsýni upp til himmalin, býin og alt rundanum. Við panorama glastekjuni í Fiat 500 fært tú bestu treytirnar til, at njóta vakra umhvørvi.

Soleiðis sær ein myta út

Ein legenda, sum hevur verið trúgv ímóti sær sjálvari og samstundis fylgt við tíðini. Altíð modernað, men framhaldandi púra sermerkt.


Nýggj orka í býnum – og alla aðrastaðni

Hybrid og vælvirkandi

Við mild-hybridtøknini er Fiat 500 og 500C effektivari og hevur lægri CO2-útlát undir koyring. Hetta gevur samstundis eina meira raffineraða og avslappaða koyriuppliving. Mild-hybridskipanin stuðlar eisini akseleratiónini og gevur bilinum møguleikan, at fáa ein skjótan start av motorinum undir býarkoyring.
Mild-hybridskipanin krevur ikki, at tú løðir hana við leidningum. Skipanin tekur sær sjálv av, at endurvinna orku undir koyring tá tú eitt nú bremsar.
Hesin hentleikin er ikki bert ein fyrimunur, tá tað kemur til ta fíggjarliga, men er hetta eisini betur fyri umhvørvi.

Tín avgerð

Við innførsluni av hybridtøknini er tann brúkaravinarligi TFT-skíggin í Fiat 500 og 500C dagførdur soleiðis, at tú altíð ert upplýstur um orkuna í bilinum. Eitt nú sært tú hvussu støðan á battaríinum er og hvussu nógva orku bilurin endurvinnur. TFT-skíggin vísur eisini í hvørjum geari tú skalt koyra í, fyri at røkka hægsta effektivitet.

Apple Carplay og Android Auto

Í Fiat 500 Dolcevita kanst tú ómakaleyst kobla tína snildtelefon saman við bilinum og fáa eina enn betur koyriuppliving.
Við hesum kanst tú lurta eftir tínum yndis tónleiki, tosa í telefon umvegis ljóðskipanina, lurta eftir podcastum ella ljóðbókum og mangt annað – alt á ein tryggan hátt uttan at taka eyguni av vegnum.
Hetta kemst av, at stóri 7” touch-skíggin er sera lættur at nýta og verður alt víst í týðiligari HD-upploysn.

Fiat 500 – Koyr inn í ta søta lívið

“>
Kiran Jóanesarson
Søluleiðari
308080
290086
Miso Buha
Sølulærlingur
308080
290085
Palli Skorheim
Stjóri

Fleiri upplýsingar

Fyri nágreiningum av Fiat 500 Dolcevita ber til, at taka niður sølufaldara og prísskjal.

Tíðindabræv