Maxus Euniq 5

100%
elektriskur
260/356 km
koyrilongd
6
setur
519.990
prísur úr

Frálíki familjubilurin

So var hann her langt um leingi – Maxus Euniq 5. Tann umhvørvisvinarligi og sera rúmligi familjubilurin er nú loksins á føroyska marknaðinum

“>

Fæst í fýra ymiskum litum

Stóra panorama sóltekjan ger, at tað er ljóst og hugnaligt í bilinum


Sera gott pláss til viðføri

Øll 6 setur í brúk


5 setur í brúk (tvey tey aftastu løgd saman)

UM MAXUS EUNIQ 5

Maxus Euniq 5 hevur 6 setur og er tí ein sera vælegnaður familjubilur til bæði langar og styttri biltúrar. Bilurin kann eisini koyra við treylara og hava viðføri á tekjuni.

Trygd

  • Emergency Brake Assist (EBA)
  • Electronic Stability Control (ESC)
  • Automatic Emergency Braking System (AEB)
  • Blind Spot Detection (BSD)
  • Adaptive Cruise Control

Hvussu langt koyrir hann?

Tað hevur leingi verið torført, at finna ein elektriskan bil til ein góðan prís, sum rúmar størri familjum, hevur nokk av viðførisplássi og koyrir langt uppá løðingina. Ein slíkur bilur hevur fyrr kravt eina íløgu í milliónklassanum, men við Maxus Euniq 5 er hetta ein farin tíð.

Maxus Euniq 5 gongur á odda og bjóðar bæði 260km (kombi) og 356km (urban) í koyrilongd.

Útsjónd og útgerð

Maxus Euniq 5 hevur:

  • Panorama sóltekju
  • Stóran 12,3″ Touch skíggja við førarasetri
  • Apple CarPlay
  • 6 hátalarar
  • Leðursetur
  • Isofix x 3
  • Ljós í kabinuni við valfríum litum
  • Tráðleysa løðing til snildtelefonir
  • og mangt annað.

Bilurin er sum heild sera væl útgjørdur.

Væl minni viðlíkahaldsútreiðslur

Við vanligum gerandisbrúki av Maxus Euniq 5 eru sera nógvir pengar at spara, um man samanber við líknandi bili, sum nýtir brennievni. Vanligt brúk vildi eitt nú verið koyring av børnum á dagstovn og skúla, til arbeiðis, innkeyp aftaná arbeiðstíð og túrurin til hús.
Aftrat hesum skal sigast, at bilurin løðist tá hann koyrir omanbrekku. Hetta er ein hentur eginleiki, tá hugsað verður um, at vit búgva í einum landið við nógvum brekkum.

Best av øllum – grønur og umhvørvisvinarligur

Maxus Euniq 5 er 100% elektriskur og ger tí sítt til, at lækka um heimsins CO2 útlát.

“>

Tú ert í tryggum hondum

Tað skal vera trygt, at velja sær elbil frá Maxus. Tí verður tann nýggi Maxus Euniq5 seldur við 5-ára garanti/100.000 km. – Umframt 8 ára garanti/200.000 km. uppá battaríið.


Kiran Jóanesarson
Sølumaður
308080
290086
Palli Skorheim
Stjóri

Fleiri upplýsingar

Fyri nágreiningum av Maxus Euniq 5 ber til
at taka niður sølufaldara og prísskjal.

Tíðindabræv