Ducato Chassis

Ducato Chassis – Vørukoyring í serklassa

Effektivur og harðførur uttan, at víkja frá komfort og trygd.


Hevur alt tær tørvar


Fýrahjólstrekk

Ducato Chassis kann útgerðast við varandi 4×4 fýrahjólstrekki og við sjálvirkandi javnvigan av snúningsmomentinum.
Harafturat fæst bilurin við 130 hestakreftum og er hann sæmbært lóggávum viðvikjandi trygdarskipanum til akfør.

Motorurin

Ein motorur til eina og hvørja uppgávu.
Diesel, jarðgass, effektiv nýtsla av brennievnum og útláti – máttmikil og vistfrøðiligur.

Multijet-motorar við ávísing av gearskifti fáast eisini við Start & Stop umframt, at allar manuellar útgávur hava 6-speed gearkassar við serstøkum gear viðurskiftum fyri Maxi-seriuna.

UP-knøtturin hevur til endamáls, at fáa sum mest burturúr, tá vørubilurin er fult lastaður ella koyrir niðan gjøgnum brekku.

Um Ducato Chassis

Til tey, sum halda øllum koyrandi
Tað er ein sannroynd, at uttan handverkarar stóð heimurin ikki leingi afturat. Teir persónar, sum ikki eru bangin fyri at fáa skitnar hendur og baksast fyri at røkka á mál.
Við hesum persónum í huga bleiv Ducato skaptur. Til tey, ið ynskja ein vørubil, sum ger arbeiði meira effektivt.

Tillaga júst eftir tykkara tørvi
Við teimum ymisku samansetingunum av Ducato Chassis er tað lætt, at finna rætta bilin.
Vel millum 5 aksilfrástøður, ið spenna seg frá 3000 til 4300 mm, 6 longdir við fleiri festispunktum sum hava til endamáls, at passa til eina og hvørja samanseting.
Tá tú velur longd á bilinum skalt tú eisini velja tal av setrum og hvussu nógv hann skal lasta.
Ducato Chassis kann lasta frá 3.3 tons heilt upp til 4.25 tons.

Betur pláss – fjølbroyttir møguleikar
Alt eftir um tykkara ynski er, at bilurin skal hava fleiri setur, longri last ella kanska bæði – so kann Ducato Chassis lúka krøvini.
Tann dupulta kabinan kann rúma heili 7 persónar og setri í miðjuni kann enntá gerast um til eitt borð soleiðis, at tað ber til at arbeiða í bilinum.

Fleiri upplýsingar

Fyri nágreiningum av Fiat Ducato Chassis sí niðanfyristandandi skjøl.

Tíðindabræv