BMW X5


Á fyrsta plássi

Á einum einaráðandi fyrsta plássi finnur tú BMW X5. Við serstakari kombinatión av elegansu og máttmiklari orku er hann í einum klassa fyri seg. 4-hjólstrekk, 19” felgur úr løttum metalli, elegant interiør og sterk útsjónd uttaná gera, at bilurin fær eina heilt serliga kenslu fram tá tú koyrir í honum.


Dynamiskur intelligensur

100% koyridynamikkur

BMW X5 er ein SAV (sports activity vehicle) og merkir tað, at hann millum annað er 4-hjólstrekktur. Hetta hevur við sær, at bilurin hevur eina rúgvu av kraft og dynamikki. Fyri at økja koyridynamikkin enn meir kanst tú aktivera xOffroad-pakkan við luftfjaðrum á báðum akslum.
Harafturat er hann 6-sylindraður og hevur máttmiklar motorar, sum tryggja bestu koyrigleðina.

Intelligentur BMW

Hvør tímur at brúka lykilin, tá tú hevur snildtelefonina í lummanum?
Hví brúka lykilin til at tendra bilin, tá tú hevur snildtelefonina beint við í hondina?
Við Digital Key nýtist tú ikki at brúka lykilin. Tú kanst bæði læsa hann og tendra hann gjøgnum BMW Connected appina.


BMW X5 Plug-in Hybrid

Effektivitetur í serklassa

BMW X5 xDrive45e Plug-in Hybrid gevur tær umhvørvisliga burðardygt flytiføri og effektivan koyridynamikk.
Sameining av elektriska BMW eDrive og tí máttmikla BMW brennimotorinum ber við sær eina effektiva og serstaka koyriuppliving.
Og við xDrive BMW 4-hjólstrekkinum, sum er eindømi fyri Plug-in Hybrid bilar av hesum slagnum tryggjar, at vegfesti er optimalt.

Betur fyri umhvørvi

Plug-in Hybrid bilar eru umhvørvisvinarligari vegna avmarkað CO2-útlát og lægri brennievnisnýtslu. Í samband við, at BMW ynskir at gerast grønari hevur man sett kanning í verk fyri at máta samlaða CO2-útlátið av framleiðsluni av Plug-in Hybrid bilunum. Heilt frá framleiðsluni av rávøruni til nýtsluna úti á vegnum og endurnýtslu.
Úrslitið vísti, at BMW X5 xDrive45e hevur heili 70% lægri CO2-útlát enn BMW X5 xDrive40i.
Hetta millum annað tí, at man gagnýtir varandi orkukeldur.


BMW X5 – Hevur ikki sín líka

Kiran Jóanesarson
Søluleiðari
308080
290086
Miso Buha
Sølulærlingur
308080
290085
Palli Skorheim
Stjóri

Fleiri upplýsingar

Fyri nærri upplýsingar um BMW X5 sí niðanfyristandandi skjøl.

Tíðindabræv