BMW 7 Sedan


Sterkt snið og máttmiklir motorar

BMW 7 Sedan strálar av styrki og einastandandi marglæti. Útsjóndin er sera sigandi bæði innan og uttan, meðan motorarnir geva eksplosivan koyridynamikk.



Framúrskarandi koyrigleði

Ein sjálvsikkur og marglætin uppliving

Sniði framman er sera týðiligt við stóru ikonisku BMW dupultnýrunum og effektivu lasaralyktunum, sum lýsa tvífalt so langt sum vanligar lyktir – og geva harvið enn betur útsýni.
Endin á útstoytinum er staðsettur heilt uttarliga fyri, at fáa bakendan á bilinum at síggja breiðari út.

Luksus kabina við framúr komforti

Við Welcome & Goodbye-ljósinum bjóðar BMW 7 Sedan tær inn.
Samanrenningin av eksklusiva tilfarinum og Ambient-ljósinum gevur eitt fjálgt huglag í bilinum.
Tær mongu snildu skipanirnar í bilinum syrgja fyri, at hvør túrur gerst serstakliga góður.

Kraftagóður, sum fáur

Óansæð, um tú velur 4, 6, 8 ella 12 sylindraðan motor ella ein elektriskan motor, so fert tú ikki skeivur við BMW 7 Sedan.
Tað er líka mikið hvat valið fellur á, tí tú kanst vera vísur í, at bilurin er sera máttmikil og dynamiskur.

Altíð samband við umheimin

Við íbindingarskipanum ert tú altíð knýttur at umheiminum. BMW Connected kann stýrast við røddini og knýtast til tína snildtelefon ella smartwatch.
Tískil kanst tú lætt og ómakaleyst lurta eftir tínum yndistónleiki, tosa í telefon gjøgnum anleggi og mangt annað.


Ómetaliga góð komfort

Set teg á baksetri og njót lekkru undirhaldsskipanina við HD-touchskermi, meðan tú velur tær eina av massasju funktiónunum, sum eru innbygdar í setrunum.


BMW 7 Plug-in Hybrid

Tað besta úr báðum heimum. Við BMW 7 Plug-in Hybrid útgávunum: BMW 745e, BMW 745Le og BMW 745Le xDrive fært tú burðardygt flytiføri og effektivan koyridynamikk.
Fá ágóðan av nýskapandi hybridtøknini har elektriski BMW eDrive verður sameindur við einum máttmiklum BMW brennimotori.
Sameinginin av hesum báðum dríveindum gevur eina koyriuppliving, sum bindur saman størst møguligan effektivitet og mest møguliga koyrigleði. Alt eftir tørvi og hvat fyri koyriprogrammi tú velur at koyra við – antin útlátsfrítt og nærmast ljóðleyst ella við bergtakandi, máttmiklum drívmomenti.

Betur fyri umhvørvi

Plug-in Hybrid bilar eru umhvørvisvinarligari vegna avmarkað CO2-útlát og lægri brennievnisnýtslu. Í samband við, at BMW ynskir at gerast grønari hevur man sett kanning í verk fyri at máta samlaða CO2-útlátið av framleiðsluni av Plug-in Hybrid bilunum. Heilt frá framleiðsluni av rávøruni til nýtsluna úti á vegnum og endurnýtslu.
Úrslitið vísti, at BMW 745Le hevur 58% lægri CO2-útlát enn BMW 740Li. Hetta orsakað av nýtsluni av varandi orkukeldum.

BMW 7 – Reint marglæti

UM BMW 7’aran

BMW 7 sannførir teg frá fyrsta eygnabragdi við sínum skarpa dæmi, meðan sjálvsikkra eyðkenni verður drigið fram av flottu framsíðuni.
Á síðuni verður lagdur dentur á hæddina á bilinum við tí vertikala Air Breather.
20” hjólini geisla av stórfingnum dynamikki meðan Welcome & Goodbye-ljósið bjóðar tær vælkomnum inn í bilin.

Panorama sóltekja

Tá veðrið er av tí allar fagrasta ber til hjá tær, at lata panorama sóltekjuna upp og fáa eyka góða útluftan.
Tá, tað er latið aftur gevur stóra glaspartíið eitt hugaligt og gott ljós inni í kabinuni.

BMW Individual-køliskáp

Elektriska BMW Individual-køliskápi er plasera í viðførisrúminum og kann tað latast upp frá baksetrinum, um tú leggur stólarmin á miðjuni niður.
Køliskápi rúmar umleið 15 litrar og hevur tú eitt nú pláss til tvær hálvliturs fløskur ella eina lítla fløsku av sjampanju (0.375 litrar).

Útsjónd og útgerð

BMW 7 fæst í ymiskum útgávum:

  • EXTERIØRSNIÐ PURE EXCELLENCE
  • M SPORTSPAKKA

Hesir pakkarnir bjóða upp á ymiska útgerð bæði tá viðvíkur útsjónd uttan og innan, umframt at ymisk eykaútgerð hoyrir til ymsu pakkarnar.

Executive Lounge

Maksimal rúmligheit til beinini og við fótstúttu handan stólabaki hjá forsetrunum báðum er gott pláss til hvíld hjá teimum sum sita aftanfyri.

Útgávur

Kiran Jóanesarson
Sølumaður
308080
290086
Palli Skorheim
Stjóri

Fleiri upplýsingar

Fyri nærri upplýsingar um BMW 7 sí niðanfyristandandi skjøl.

Tíðindabræv