BMW 6 Gran Turismo


Ein bilur, ið vekjur ovurundran

BMW 6 Gran Turismo bergtekur ein og hvønn frá fyrsta eygnakasti. Við sínum yvirlegnu koyrieginleikum, undrunarverdum komforti og einastandandi vøkrum sniði er hann klárur, at geva tær besta koyritúrin.


Tak ein sess í reinum luksusi

Ein fragd fyri eyga

BMW 6 Gran Turismo hevur høggmyndalistarligar formar og skarpar linjur, sum geva bilinum eitt sera elegant dæmi.
Skráa taklinjan dregur fram atletiska og dynamiska sniði.

Høg komfort innan

Inni í BMW 6 Gran Turismo fert tú at uppliva eitt sansaligt hugalag. Hetta kemst millum annað av, at bilurin er útgjørdur við 11 ymiskum sløgum av ljósi, sum kann tillagast til hvønn biltúr.
Við Ambient Air-pakkanum kemur tú altíð inn til fríska inniluft

Frálíkan koyridynamikk

Við effektivum motorum, aerodynamiskum loysnum og lættari konstruktión gevur BMW 6 Gran Turismo eina fantastiska góða koyriuppliving.
Harafturat kann heilt kræsni og góðskutilvitaði bilførarin velja Executive Drive, sum gevur komfort og koyridynamikk í heimsklassa.

Koyr við stíli

Tær mongu assistentskipanirnar syrgja fyri, at tú til eina og hvørja tíð upplivir komfort á hægsta støðið – óansæð, um tú koyrir langar ella stuttar túrar.
Við Gesture Control kanst tú stýra ymiskum funktiónum, so sum ljóði á musikkinum, við hondrørslum.
Harumframt fæst stýring við rødd, Parking Assistent, Parking Assistent Plus og Remote Control Parking.

BMW 6 Gran Turismo – Ein sveimandi kensla

Útgávur

Fleiri upplýsingar

Fyri nærri upplýsingar um BMW 6 sí niðanfyristandandi skjøl.

Tíðindabræv