BMW 5 Touring


Eitt heilt nýtt støðið

Einastandandi dynamikk, atletiska útsjónd og komfort í serflokki. Hetta eru orðini, ið best lýsa BMW 5 Touring. Bilurin er ein sera funktionellur og sporty stationcar við nýggjari tøkni og einari rúgvu av plássi í kabinuni og viðførisrúminum. Hann er tann fullkomni familjubilurin og sera hóskandi til virkisrekandi endamál.


Vælkenda framsíðan

Við kúfangaranum framman og serkendu ”nýrunum” er skjótt at leggja merki til BMW 5 Touring úti á vegnum. Klárar flatur og neyvar linjur bera við sær, at hann er serstakliga snøggur uttaná.

Snildir hentleikar

BMW 5 Touring strembar eftir, at seta ein nýggjan standard og er hetta sera sjónligt um tú hyggur eftir konstruktiónini í bilinum.
Bilurin er sera væl útgjørdur og hevur hann nógvar hentleikar, sum gera, at hann altíð er frammanfyri kappingarneytarnar.

Elegant kabina

Sera snotislig kabina við lekkrum kunningarskíggja og sportsligum leðurróðri.

Skift gear við stíli

Gearstong og kontroll stýrisskipan í svørtum háglansi.


BMW 5 Touring Plug-in Hybrid

Fá tað besta úr báðum heimum. Við BMW 5 Touring Plug-in Hybrid útgávunum BMW 530e og BMW 530e xDrive fært tú burðardygt flytiføri og effektivan koyridynamikk.
Á veg til arbeiðis kanst tú til dømis einans nýta elektriska motorin og harvið koyra púra útlátsfrítt – ella tú nýtir brennievnismotorin til máttmikla og dynamiska koyring, tá tú fert ein longri familjutúr.


BMW 5 Touring – Familjubilur í heimsflokki

UM BMW 5 Touring

BMW 5 Touring syrgir fyri, at tú altíð verður eitt stig frammanfyri. Framgongd kemur ikki av sær sjálvum, men krevur tað ídni og miðvíst arbeiði at røkka málinum. Hetta er sami framferðarháttur, ið hevur verið grundarsteinur í sniðgevingini av BMW 5 Touring.

Møt upp við stíli

BMW 5 Touring kann serbyggast júst til tíni ynskir. Eitt nú kanst tú velja ein eksklusivan pakka við sergjørdari útgerð umframt, at fáa imponerandi aerodynamiskar BMW Individual felgur 1001 l.

Fremstur í sínum klassa

BMW 5 Touring strembar eftir, at seta ein nýggjan standard og kemur hetta til sjóndar í allari konstruktiónini í bilinum.

Millum annað hevur bilurin Integral Aktiv Styring og koyriprogrammi, ADAPTIVE.

Bilurin er sum heild sera væl útgjørdur og hevur nógvar funktiónir, sum lyfta hann upp á eitt støði fyri seg.

Útsjónd og útgerð

BMW 5 fæst í ymiskum útgávum:

  • Sport Line
  • Luxury Line
  • M Sport

Hesir pakkarnir bjóða upp á ymiska útgerð bæði tá viðvíkur útsjónd uttan og innan, umframt, at ymisk eykaútgerð hoyrir til ymsu pakkarnar.

Talgilt samband

Við snildum talgildum assistentskipanum, so sum: Driving Assistent Plus, Parking Assistent Plus við 3D View, Remote Control Parking og BMW Head-Up Display.

Harumframt kanst tú brúka Apple CarPlay og fært tú sostatt tikið telefonina í bilinum ella bara lurta eftir tínum yndis tónleiki.

Kiran Jóanesarson
Søluleiðari
308080
290086
Palli Skorheim
Stjóri

Fleiri upplýsingar

Fyri nærri upplýsingar um BMW 5 sí niðanfyristandandi skjøl.

Tíðindabræv

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.