BMW 4 Gran Coupé


Fullkomin sportslig elegansa

BMW 4 Gran Coupé er rein koyrigleði og sportslig elegansa sameint við møguleikanum, at fáa nógv meir enn einans gleði. Tann spildurnýggi Gran Coupé byggir víðari á góð undanfarin úrslit og hevur hann tískil fingið betur koyridynamikk, skarpari snið og interiør við marglætis dámi – alt fyri at gera tína koyriuppliving enn betur.

Í nýggja BMW 4 Gran Coupé fært tú pláss til tað, sum hevur týdning. 5 hurðar og 5 setur í fullari stødd, stóra bakfjølin og rúmliga viðførisrúmi á 470 litrar tryggjar, at funktionaliteturin er á hægsta støðið.
Baksetrini hava eitt nú nakkastuðul, sum kann leggjast saman umfamt møguleikan, at seta 3 barnastólar í. BMW 4 Gran Coupé linkar ikki í krøvunum, tá tað kemur til virkisføri, koyridynamikk og snið. Tvørturímóti fært tú ein bil, sum bæði skarar framúr í gerandikoyring og longum familjutúrum.


Stórar koyriupplivingar fyri framman

Útsíðan

Knívhvassar linjur, lekkrar strukturellar yvirflatur, hurðar við rammuleysum vindeygum, klænar LED-forlyktir, tey breiðu nýrini og stóra luftventilatiónin gevur BMW 4 Gran Coupé eina framfýsna útsjónd. Tú kanst eisini fáa adaptivar forlyktir við BMW Laserlight umframt nýhugsandi BMW Selective Beam farljósarassistent.

Innan

Fyrireika teg uppá eina marglætis uppliving. Í nýggja BMW 4 Gran Coupé fært tú eitt hugalag í heimsflokki. Tað er serliga ta stílreina tólbretti og lekkri struktururin á yvirflatuni sum rennir frá panelinum inn til hurðarnar, ið gera upplivingina inni í kabinuni serstaka. Tað skal eisini nevnast, at sportsetur og sportsróður eru í bilinum sum standard.

BMW 4 Gran Coupé – Framúrskarandi koyring

UM BMW 4 Gran Coupé

Máttmikil drívmegi møtir frálíkari koyrigleði. Vegna sporbreiddina, ið er 31 mm breiðri enn undanfarna útgáva, samansetingini av baghjólstrekkinum, sum er í serflokki – bjóðar BMW 4 Gran Coupé stýrieginleikar og koyrigleði, sum verður torfør at finna aðrastaðni.

Sera effektivir motorar

BMW 4 Gran Coupé fæst við sera effektivum 4-sylindara TwinPower Turbo bensin- ella dieselmotori umframt BMW M440i xDrive við 6-sylindara BMW M TwinPower Turbo-bensinrekkjumotori við 374 hestakreftum og intelligentum 4-hjólstrekki.

Adaptivan M undirvogn

Stoytdoyvingin á bilinum verður lyft á hægsta stig, tá tú velur Adaptiva M undirvognin til sum eykaútgerð.
Tað gerst møguligt, at tillaga bilin eftir øllum koyriumstøðum gjøgnum Driving Experience Control og framhaldandi hava koyrieginleikar í serklassa. Alt frá reinari komfort til sportsliga koyring við øktum stýrieginleikum.

8-trins Steptronic gearkassi

8-trins Steptronic-gearkassin kann veljast sum eykaútgerð til tín, ið ynskir sera sportsligt gearskifti. Fæst bæði til automatisk og manuell gear – og við gearskiftara ella vippukontakt. Hann hevur til endamáls, at geva tær hágóðsku komfort, glíðandi koyrigleði og meira dynamiskar koyrieginleikar.

Útsjónd og útgerð

BMW 4 Gran Coupé fæst við trimum ymiskum útsjóndspakkum:

  • Sport-Line
  • M-Sport
  • Connected

Hesir pakkarnir bjóða upp á ymiska útgerð bæði tá viðvíkur útsjónd uttan og innan, umframt at ymisk eykaútgerð hoyrir til ymsu pakkarnar.

BMW Live Cockpit Professional

10,25″ touch-skermurin við góðari upploysn, ger tað lættari hjá tær og tínum at fáa mest møguligt burturúr biltúrinum. Tað er lætt og einfalt at knýta telefonina til bilin, so tú bæði kanst tosa tráðleyst og lurta eftir tónleiki.

Kiran Jóanesarson
Søluleiðari
308080
290086
Palli Skorheim
Stjóri

Fleiri upplýsingar

Fyri nærri upplýsingar um BMW 4 sí niðanfyristandandi skjøl.

Tíðindabræv