BMW 3 Sedan


Fylgir við tíðini

BMW 3 Sedan er ímyndin av endurnýggjan og tíðarinnar nýbrotum. Við serstøkum sniði, einum persónligum talgildum assistenti, sum tú kanst stýra við røddini umframt smidligum moturum, kanst tú koyra inn í eina nýggja tíð við stórum stíli.
Harafturat er BMW 3 Sedan sera væl útgjørdur sum standard og fæst eisini sum Plug-in Hybrid.


Útgjørdur við framtíðar tøkni

Talgildan lykil og BMW lasaraljós

BMW 3 Sedan kann latast upp og læsast aftur beinleiðis frá tíni Android snildtelefon gjøgnum appina BMW Connected App. Lykilin kann deilast við familju og vinir, um tú ynskir tað.

Snilda BMW lasaraljósið í framlyktunum lýsir heilt upp til 530 metrar og tað er, næstan dupult so langt sum vanligar framlyktir megna at lýsa. Hetta gevur tær betur útsýni, tá tú koyrir í myrkri.

Akustikkglas

Síðuvindeyguni framman á bilinum passa til forrútin og ger hetta, at óljóð uttanífrá so sum harður vindur, ljóð frá hjólum, motorinum og líknandi verður munandi avmarkað.

Av tí sama fært tú størri gleði av góða tónleikinum og samrøðuni við tey ferðandi í bilinum.

Afturat hesum hevur bilurin glastekju, sum ber við sær hugna og gott ljós í kabinuni.

Sjálvirkandi viðførisrúm

Hesin snildi eginleikin loyvir tær, at lata viðførisrúmið upp uttan at brúka hendurnar. Tú skalt bert koyra fótin framvið sensorinum undir bilinum, so letur hann upp sjálvur.

Fyri at lata aftur trýstir tú á knøttin á innarsíðuni av viðførishurðini ella tú brúkar knøttin á lykilinum.
Tað ber eisini til, at lata upp sum vanligt við at trýsta á baksíðuna á viðførishurðini.

Framúrskarandi lekkur innan

Bilurin er útgjørdur við lekkrum ljósbúnaði framman og aftan, sum skapar hugna inni í bilinum. Tilsamans eru 6 ljósfunktiónir at velja millum.

Surround Sound skipanin við einum forsterkara á 464 Watt, 9 kanalum og 16 hátalarum ger, at tú fært ein serstakliga góðan túr til handils ella hvar so enn leiðin mátti gingið.


BMW 3 Sedan Plug-in Hybrid

Tað besta við Plug-in Hybrid bilum er, at teir eru umhvørvisvinarligir. Avmarkaða útláti av CO2 og tann lága brennievnisnýtslan gera hetta slagið av bilum alsamt meira væl umtóktar.

BMW arbeiða áhaldandi við, at avmarka tað samlaða CO2 útláti hjá felagnum. Hetta verið seg hjá sjálvum bilinum, tá hann er úti á vegnum, men eisini í framleiðsluni av honum.

Tað vil millum annað siga, at heilt frá framleiðsluni av rávøruni sjálvari til framleiðsluna av bilinum verður lagdur stórur dentur á endurnýtslu.

Alt við tí fyri eyga, at hava eina so umhvørvisvinarliga bilframleiðslu sum gjørligt. Til dømis hevur BMW 330e Sedan heili 60% lægri CO2 útlát enn BMW 330i Sedan.


BMW 3 Sedan – Ein dynamisk fragd

UM BMW 3 Sedan

BMW 3 Sedan liggur fantastiska væl á vegnum og hevur frálíkan koyridynamik. Tann sportsligi koyristílurin og ómakaleysu stýrieginleikarnir gera hann til eina fragd at koyra í.

Teir sera framkomnu og nú meira orkumiklu motorarnir, umframt tann fullkomna samansetingin av undirvognslutunum og væl javnvigaða vektbýti ger, at BMW 3 Sedan er tann ultimativi sportsedan bilurin.

Tráðleys løðing – altíð og allastaðni

BMW Wireless-Charging-Station Universal loyvir tær skjótt og ómakaleyst, at løða snildtelefon tína uttan kápil. Telefonin verður hildin fast og trygt í lekkrum haldara.

Harafturat ber til, at taka innbygda PowerBankan úr bilinum og kanst tú sostatt eisini løða telefonina uttanfyri bilin.

Adaptivan M undirvogn

Stoytdoyvingin á bilinum verður lyft á hægsta stig, tá tú velur Adaptiva M undirvognin, sum eykaútgerð.

Tað gerst møguligt, at tillaga bilin eftir so at siga øllum koyriumstøðum gjøgnum Driving Experience Control og framhaldandi hava koyrieginleikar í serklassa. Alt frá reinari komfort til sportsliga koyring við øktum stýrieginleikum.

Útsjónd og útgerð

BMW 3 Sedan fæst við trimum ymiskum útsjóndspakkum:

  • Advantage
  • Sport-Line
  • Model Luxury Line
  • M Sport

Hesir pakkarnir bjóða upp á ymiska útgerð bæði tá viðvíkur útsjónd uttan og innan, umframt at ymisk eykaútgerð hoyrir til ymsu pakkarnar.

8-trins Steptronic gearkassi

8-trins Steptronic-gearkassin kann veljast sum eykaútgerð til tín, ið ynskir sera sportsligt gearskifti. Fæst bæði til automatisk og manuell – og við gearskiftara ella vippukontakt. Hann hevur til endamáls, at geva tær hágóðsku komfort, glíðandi koyrigleði og meira dynamiskar koyrieginleikar.

BMW Live Cockpit Professional

10,25″ touch-skermurin við góðari upploysn ger, at tú og tíni fáa mest møguligt burturúr biltúrinum. Tað er lætt og einfalt at knýta telefonina til bilin, so tú bæði kanst tosa tráðleyst og lurta eftir tónleiki.

Kiran Jóanesarson
Søluleiðari
308080
290086
Miso Buha
Sølulærlingur
308080
290085
Palli Skorheim
Stjóri

Fleiri upplýsingar

Fyri nærri upplýsingar um BMW 3 sí niðanfyristandandi skjøl.

Tíðindabræv