BMW 3 Touring


Sporty, funktionellur og nýskapandi

BMW 3 Touring er ein sportsligur stationcar við ómetaliga góðum koyrieginleikum. Ein fullkomin samanrenning av nýskapandi tøkni, funktionellum loysnum og sportsligum koyridynamikki. Við effektivu BMW TwinPower Turbo-motorunum, perfektum undirvognskomponentum og assistentskipanum hevur bilurin ein framúrskarandi koyridynamikk.
Harumframt fæst BMW 3 Touring eisini sum Plug-in Hybrid.


Njót hvørja detalju

Markant útstráling

BMW 3 Touring hevur sermerktu BMW-dupultnýrini í háglanskromi.

Intuitiv cockpit-kensla

BMW-stýriskipan í nýggjastu generatión.

Prúðan form

Framsøknar LED-baklyktir og útstoyt í háglanskromi.

Hægsta standard

Eksklusiva kabinan bergtekur við sínum sportsliga sniði.


BMW 3 Touring Plug-in Hybrid

Tað besta við Plug-in Hybrid bilum er, at teir eru umhvørvisvinarligir. Avmarkaða útláti av CO2 og tann lága brennievnisnýtslan gera hetta slagið av bilum alsamt meira væl umtóktar.

BMW arbeiða áhaldandi við, at avmarka samlaða CO2 útláti hjá felagnum. Hetta verið seg hjá sjálvum bilinum tá teir eru úti á vegnum, men eisini í framleiðsluni av teimum.

Tað vil siga, at í øllum frá framleiðsluni av rávøruni sjálvari til framleiðsluna av bilinum verður lagdur stórur dentur á endurnýtslu.

Alt hetta við tí fyri eyga, at hava eina so umhvørvisvinarliga bilframleiðslu sum gjørligt.


BMW 3 Touring – Gleð teg til koyritúrin

UM BMW 3 Touring

BMW 3 Touring liggur fantastiska væl á vegnum og hevur frálíkan koyridynamikk. Tann sportsligi koyristílurin og ómakaleysu stýrieginleikarnir gera hann til eina fragd at koyra í.

Teir sera framkomnu og nú meira orkumiklu motorarnir, umframt tann fullkomna samansetingin av undirvognslutunum og væl javnvigaða vektbýti gera BMW 3 Touring til ein framúrskarandi góðan stationcar.

Tráðleys løðing – altíð og allastaðni

BMW Wireless-Charging-Station Universal loyvir tær skjótt og ómakaleyst, at løða snildtelefon tína uttan kápil. Telefonin verður hildin fast og trygt í lekkrum haldara.

Harafturat ber til, at taka innbygda PowerBankan úr bilinum og kanst tú sostatt eisini løða telefonina uttanfyri bilin.

Adaptivan M undirvogn

Stoytdoyvingin á bilinum verður lyft á hægsta stig, um tú velur Adaptiva M undirvognin til, sum eykaútgerð.

Tað gerst møguligt, at tillaga bilin eftir so at siga øllum koyriumstøðum gjøgnum Driving Experience Control og framhaldandi hava koyrieginleikar í serklassa. Alt frá reinari komfort til sportsliga koyring við øktum stýrieginleikum.

Útsjónd og útgerð

BMW 3 Touring fæst við trimum ymiskum útsjóndspakkum:

  • Advantage
  • Sport-Line
  • Model Luxury Line
  • M Sport

8-trins Steptronic gearkassi

8-trins Steptronic-gearkassin kann veljast sum eykaútgerð til tín, ið ynskir sera sportsligt gearskifti. Fæst bæði til automatisk og manuell gear við gearskiftara ella vippukontakt. Hevur til endamáls, at geva tær hágóðsku komfort, glíðandi koyrigleði ella meira dynamiskar koyrieginleikar.

Hesir pakkarnir bjóða upp á ymiska útgerð bæði tá viðvíkur útsjónd uttan og innan, umframt at ymisk eykaútgerð hoyrir til ymsu pakkarnar.

BMW Live Cockpit Professional

10,25″ touch-skermurin við góðari upploysn og einfaldum skráum, ger tað lætt hjá øllum at fáa mest møguligt burtur úr biltúrinum. Tað er lætt og einfalt at knýta telefonina til bilin, so tú bæði kanst tosað tráðleyst og lurta eftir tónleiki.

Kiran Jóanesarson
Søluleiðari
308080
290086
Palli Skorheim
Stjóri

Fleiri upplýsingar

Fyri nærri upplýsingar um BMW 3 sí niðanfyristandandi skjøl.

Tíðindabræv