Móttøka í Smiðjugerði 4 fríggjadagin 4. mars kl. 15-17
Í sambandi við, at vit hava skift navn til Komfort bilar, ynskja vit at hátíðarhalda dagin.
Tí bjóða vit tær til eina móttøku fríggjadagin 4. mars frá kl. 15 – 17.
Seinastu tíðina hava vit arbeitt við eini loysn, sum vit nú eru komin á mál við. Hetta merkir, at fleiri broytingar eru ávegis.
Saman við nýggju íleggjarunum, eri eg sera spentur at greiða tykkum eitt sindur nærri um hesar broytingar.
Sum vit her í húsinum siga: ”Vit taka heitu luftina úr prísunum”.
Tað, tú rindar fyri ein nýggjan bil og tað, tú fært fyri ein brúktan, eigur at standa mát við veruleikan.
Tí fara vit undir nýggjan prísbygna og lækka prísirnar niður á eitt stig, ið gevur gjøgnumskygni – bæði fyri keypara og seljara.
Við øðrum orðum: Rættan bil og rættan prís.
Fleiri aðrar broytingar eru eisini ávegis, tí vit ynskja at Komfort bilar livir upp til navnið – bæði tá vit selja ein bil, men sanniliga eisini, tá vit selja eina tænastu.
Vón okkara er, at tú gevur tær stundir til at hátíðarhalda dagin saman við okkum, og ynskja vit tær hjartaliga vælkomnum inn á gólvið.
Vinaliga
Palli Skorheim, stjóri
Tíðindabræv
Yvirskipað um cookies
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!